Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
21. august 2017Nr. 122
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin)
(Strika skattaafturbering til bare-boat leigað skip uttan fyri FAS)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 42 frá 10. apríl 2017, verður § 63 a, stk. 1, nr. 2 strikað.
§ 2
1) Henda løgtingslógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá framløgudegnum.
§ 3
Stk. 1. Fyri skip, sum framløgudagin eru bare-boat leigað til Føroya, fer skipanin úr gildi 31. desember 2018, sbr. tó stk. 2 og 3.
Stk. 2. Fyri skip, sum framløgudagin eru bare-boat leigað til Føroya, fer skipanin tó ikki úr gildi fyrr enn 31. desember 2025 við atliti at skatti av hýrum til persónar, sum eru fult skattskyldugir til Føroya.
Stk. 3. Fyri skip, sum framløgudagin eru bare-boat leigað til Føroya og sum lúka allar treytirnar fyri at verða skrásett í FAS, fær broytingin virknað, tá verandi leiguavtalur ganga út.
Í Tinganesi, 21. august 2017
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 3/2017