15. desember 2014Nr. 123
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsingaravgjald
(Ognarfyrivarni)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 8 frá 28. februar 2006 um tinglýsingaravgjald, sum broytt við løgtingslóg nr. 50 frá 2. juni 2008, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Aftaná § 3 a verður sett:
“§ 3 b. Fyri tinglýsing av ognarfyrivarni í motorakførum, húsvognum, lendisakførum, leguvognum og viðfestivognum sbrt. § 42 b í løgtingslóg um tinglýsing er avgjaldið 0,5% av upphæddini, ognarfyrivarnið skal tryggja.”
2. Í § 5 b verða orðini: “skip og bátar yvir 5 brt., flogfør og” strikað.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2015.
Í Tinganesi, 15. desember 2014
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 47/2014