18. desember 2007Nr. 123
Løgtingslóg um bráðfeingis játtanarlóg fyri 2008, sum broytt við løgtingslóg nr. 37 frá 21. mai 2008
§ 1. Til fíggjarlógin fyri fíggjarárið 2008 er samtykt, verður landsstýrinum heimilað at uppkrevja beinleiðis og óbeinleiðis skattir eftir galdandi lógum. Landsstýrinum verður heimilað í sama tíðarskeiði at rinda neyðugar útreiðslur, soleiðis at landshúsarhaldið ótarnað kann fara fram, og átiknar skyldur verða hildnar.
Stk. 2. Landsstýrinum verður heimilað at nýta 11,77 mió. kr. til at gera íløgur í tveir nýggjar 50 kW MB sendarar og at bøta um FM-sendinetið.
§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2008.
Tórshavn, 18. desember 2007
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Magni Laksáfoss (sign.)
Lm. nr. 109/2007
1) Broytt við løgtingslóg nr. 37 frá 21. mai 2008.