22. desember 2008Nr. 123
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ættleiðingarstuðul
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 51 frá 3. mai 1994 um ættleiðingarstuðul, sum broytt við løgtingslóg nr. 125 frá 22. desember 2000, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 1, stk.1 verður “50.000” broytt til: “75.000”.
2) Í § 5, stk. 1 verður “Almanna- og heilsudeild landsstýrisins” broytt til: “Almannastovuni, ið tekur avgerð”.
3) Í § 6, stk. 1 verður “Almannamálum” broytt til: “Almanna- og heilsumálum”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2009.
Stk. 2. Broytingin í § 1, nr. 1 er galdandi fyri børn, sum eru komin til landið 1. januar 2009 ella seinni.
Tórshavn, 22 desember 2008
Kaj Leo Johannensen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 24/2008