22. desember 2010Nr. 123
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 48 frá 3. apríl 2001 um barsilsskipan, sum seinast broytt við ll. nr. 21 frá 8. mai 2008, verður í § 19, stk. 1 og 4, “0,62%” broytt til: “0,65%”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2011 og fer úr gildi aftur í seinasta lagi 31. desember 2011.
Tórshavn, 22. desember 2010
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 23/2010