8. august 1995Nr. 124
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan flskiskap
Samsvarandi samtykt Føroya Løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
I løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 27 verður orðað soleiðis:
“§ 27. Heildarkvotur á landleiðunum fyri fiskifør undir føroyskum flaggi verða ásettar fyri hesar fiskastovnar frá 1. september 1995 til 31.august 1996:
Tons rund vekt:
|
Toskur á Føroya Banka |
500 |
|
Toskur á landgrunninum |
10.000 |
|
Hýsa |
10.000 |
|
Upsi |
39.000 |
|
Kongafiskur |
10.000 |
§ 2
Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 8. august 1995
Edmund Joensen (sign.)
løgmaður
/ Ivan Johannesen (sign.)