10. december 2003Nr. 124
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um frítíðarundirvísing
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 70 frá 30. juni 1983 um frítíðarundirvísing v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 67 frá 20. mai 1996, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 13, stk. 1 verða orðini “Leiðarin av kommununnar skúlaverki” broytt til: “Skúlaleiðarin ella annað fólk, ið hevur samsvarandi útbúgving,”
2. § 13, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Um so er, at ein kommuna hevur fleiri skúlaleiðarar, so setir kommunan ein av skúlaleiðarunum ella annað fólk, ið hevur samsvarandi útbúgving, at taka sær av tí í stk. 1 nevnda verkevni. Landsstýrismaðurin skal góðkenna setanina.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 10. december 2003
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 25/2003