Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
22. desember 2008Nr. 125
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til ferðaútreiðslur
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 93 frá 6. juni 1997 um stuðul til ferðaútreiðslur, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 41 frá 22. mai 2008, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 2, stk. 2, nr. 1 verður “10,00” broytt til: “5,50”.
2) Í § 2, stk. 2, nr. 2 verður “17,50” broytt til: “13,00”.
3) Í § 2, stk. 2, nr. 3 verður “24,00” broytt til: “19,50”.
4) Í § 2, stk. 2, nr. 4 verður “30,00” broytt til: “25,50”.
5) Í § 2, stk. 2, nr. 5 verður “35,00” broytt til: “30.50”.
6) Í § 2, stk. 2, nr. 6 verður “40,00” broytt til: “35,50”.
7) Í § 2, stk. 2, nr. 7 verður “45,00” broytt til: “40,50”.
8) Í § 2, stk. 2, nr. 8 verður “50,00” broytt til: “45,50”.
9) Í § 2, stk. 2, nr. 9 verður “55,00” broytt til: “50,50”.
10) Í § 2, stk. 2, nr. 10 verður “60,00” broytt til: “55,50”.
11) Í § 2, stk. 3, nr. 1 og 4 verður “10,00” broytt til: “8,45”.
12) Í § 2, stk. 3, nr. 2 og 3 verður “20,00” broytt til: “16,90”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2009.
Tórshavn, 22. desember 2008
Kaj Leo Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 43/2008