Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Fiskimálaráðið
  • Útgávudagur: 05-08-2019
Tilvísingar
Løgtingsmál
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2019 A - Løgtingslóg 126 frá 5. august 2019
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

5. august 2019Nr. 126

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi

(Stilling av fiskidagatalinum í bólki 5)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1

Í løgtingslóg nr. 161 frá 18. desember 2017 um fyrisiting av sjófeingi, sum broytt við løgtingslóg nr. 33 frá 20. apríl 2018, løgtingslóg nr. 162 frá 21. desember 2018, løgtingslóg nr. 178 frá 21. desember 2018, løgtingslóg nr. 186 frá 21. desember 2018 og løgtingslóg nr. 66 frá 9. mai 2019, verður § 74, stk. 1, nr. 6 orðað soleiðis:

“6)  Bólkur 5: Útróðrarbátar undir 15 tons á húkaveiðu: 8.879 fiskidagar, umframt 2.150 fiskidagar markaðir til ikki fult riknar útróðrarbátar.”

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

Í Tinganesi, 5. august 2019

 

Aksel V. Johannesen (sign.)

løgmaður

Lm. nr. 3/2019