13. desember 2024Nr. 126
Løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um stuðul til uppihaldspening
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1. Løgtingslóg nr. 90 frá 6. juni 1997 um stuðul til uppihaldspening verður sett úr gildi.
§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2025.
Stk. 2. Umsókn um stuðul til uppihaldspening, ið fevnir um uppihaldspening goldin í 2024, skal vera latin inn áðrenn 1. juli 2025 og verður viðgjørd eftir reglunum, sum høvdu gildi áðrenn 1. januar 2025.
Í Tinganesi, 13. desember 2024
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 18/2024