22. desember 2008Nr. 126
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 20 frá 10. mars 1992 um innflutning og sølu av rúsdrekka, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 57 frá 16. mai 2006, verður § 13 orðað soleiðis:
“§ 13. Landsstýrismaðurin ásetur eftir at hava fingið ummæli frá loyvisnevndini nærri reglur um útskeinking av rúsdrekka.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur reglur um gjøld fyri viðgerð av umsóknum og fyri eftirlit, sum skal útinnast sambært lógini ella reglum, settum við heimild í lógini. Gjaldið kann eisini verða ásett sum eitt árligt gjald.”
§ 2
Henda løgtingslógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 22. desember 2008
Kaj Leo Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 48/2008