1. desember 2023Nr. 127
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin)
(Barnafrádráttur til sendifólk og umskipaður pensjónistafrádrátttur)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti (Ásetingarlógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 163 frá 10. desember 2020, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 2, stk. 1, 1. pkt. verður aftan á “tilhald í Føroyum” sett: “ella hevur tilhald uttanlands sum sendifólk”.
2. § 3, stk. 4 verður orðað soleiðis:
“Stk. 4. Hvør persónur, sum fær fólkapensjón sambært løgtingslóg um almannapensjónir o.a., fær í útroknaða landsskattinum ein frádrátt á upp til 6.000 kr. um árið.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2024.
Í Tinganesi, 1. desember 2023
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 19/2023