21. desember 2006Nr. 127
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til umsorgararbeiði
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 46 frá 9. mai 2005 um stuðul til umsorgararbeiði, sum broytt við løgtingslóg nr. 39 frá 9. mai 2006, verður gjørd henda broyting:
Í § 3 verður aftaná stk. 1 sum nýtt stk. sett:
“Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð ein býtislykil fyri stuðulin til dagtilhald fyri fólkapensjónistar, sum er grundaður á talið av eldri fólki yvir 66 ár í kommununi, har dagtilhaldið liggur.
Stk. 3. Er fjarstøðan millum dagtilhald fyri fólkapensjónistar styttri enn 5 km, kann landsstýrismaðurin gera eina serstaka raðfesting av stuðlinum til hesi dagtilhald, herundir at sýta stuðul.”
Stk. 2 verður hereftir stk. 4.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 21. desember 2006
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Hans Pauli Strøm (sign.)
Lm. nr. 45/2006