22. desember 2008Nr. 127
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um aling av fiski v.m.
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 70 frá 9. juni 1988 um aling av fiski v .m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 18 frá 8. mai 2008, verður eftir § 10 sett:
“§ 10 a. Til tess at fáa og varðveita aliloyvi, verður rindað eitt árligt gjald eftir nærri reglum, ásettum í kunngerð frá landsstýrismanninum.”
§ 2
Henda løgtingslógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 22. desember 2008
Kaj Leo Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 49/2008