Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
22. desember 2008Nr. 128
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um umhvørvisvernd
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 134 frá 29. oktober 1988 um umhvørvisvernd, sum broytt við løgtingslóg nr. 25 frá 14. mai 2008, verða gjørdar fylgjandi broytingar:
1) Aftaná § 35 verður sett:
“§ 35 a. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um gjald fyri endurrindan av útreiðslum, sum myndugleikar hava í sambandi við umsiting og eftirlit eftir lógini.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta krøv um gjald fyri viðgerð av umsóknum og veitan av góðkenningum og loyvum eftir lógini.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at útreiðslur, sum myndugleikin hevur av kanningum, ráðgevaraveitingum, heruppií tænastum frá øðrum myndugleikum, tænastuferðum o.t., verða endurrindaðar eftir rokning.”
2) §§ 35 a – 35 e verða hereftir §§ 34 a – 34 e og verður tvær staðni í § 35 c, stk. 1 og í 35 e ”§ 35 a” broytt til: “§34 a”.
3) Í § 72, stk. 1, nr. 2 tvær staðni og í stk. 3 verður “§ 35 a- 35 e” broytt til: “§34 a - 34 e”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 22. desember 2008
Kaj Leo Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 50/2008