Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Umhvørvis- og vinnumálaráðið
  • Útgávudagur: 25-10-1988
Valmøguleikar
Tín lógalisti

25. oktober 1988Nr. 128

Løgtingslóg um haruveiðu

§ 1. Loyvt er at skjóta haru í tíðini 2. november til 31. desember, báðar dagar viðroknaðar.

Stk. 2. Innanfyri tilskilað umráði (oyggj ella part av henni) kann haran friðast eftir avgerð landsstýrisins fyri eitt ella tvey ár í senn eftir umsókn frá sóknarstýri og eftir at øll sóknarstýri í oynni hava givið ummæli í málinum.

Stk. 3. Landsstýrið letur tær eftir hesi grein fyrisettu friðingarreglur kunngera í tí blaði, sum løggilt er til almennar kunngerðir í Føroyum.

§ 2. Haruveiðan má bert fara fram í dagsljósi gerandisdagar, og loyvt er bert at nýta høglbyrsu.

§ 3. Brot á § 1, stk. 1 og § 2 í hesi lóg ella tær fyriskipanir, sum vera givnar sambært lógini, verða revsað við sekt.

§ 4. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.