Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
28. desember 2006Nr. 128
Løgtingslóg um broyting í ymsum skattalógum
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti (ásetingarlógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 142 frá 15. desember 2005, verður gjørd henda broyting:
§ 1, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Vísandi til § 54 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum verður landsskattur teirra, ið nevnd eru í § 1, nr. 1-6 og § 2, stk. 1, litra d, e og f í somu løgtingslóg, ásettur soleiðis:
1) Galdandi frá 1. januar 2007 til 31. desember 2007:
Er inntøkan minni enn kr. 28.000,- verður latið 0%.
|
Er inntøkan |
men minni enn |
verður latið |
av |
og av restini |
|
størri enn kr. |
kr. |
kr. |
kr. |
% |
|
28.000 |
70.000 |
0 |
28.000 |
7,0 |
|
70.000 |
130.000 |
2.940 |
70.000 |
18,0 |
|
130.000 |
230.000 |
13.740 |
130.000 |
21,5 |
|
230.000 |
|
35.240 |
230.000 |
33,5 |
2) Galdandi frá 1. januar 2008:
Er inntøkan minni enn kr. 30.000,- verður latið 0%.
|
Er inntøkan |
men minni enn |
verður latið |
av |
og av restini |
|
størri enn kr. |
kr. |
kr. |
kr. |
% |
|
30.000 |
70.000 |
0 |
30.000 |
7,0 |
|
70.000 |
140.000 |
2.800 |
70.000 |
18,0 |
|
140.000 |
270.000 |
15.400 |
140.000 |
21,0 |
|
270.000 |
|
42.700 |
270.000 |
33,0 |
§ 2
Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 52 frá 16. mai 2006, verður gjørd henda broyting:
§ 46, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Kommunuskatturin verður álíknaður av somu skattskyldugu inntøku, sum nýtt verður, tá landsskatturin verður álíknaður. Frá 1. januar 2007 til 31. desember 2007 verður eingin kommunuskattur álíknaður skattskyldugu inntøkuni frá 0-28.000 kr., og frá 1. januar 2008 verður eingin kommunuskattur álíknaður skattskyldugu inntøkuni frá 0-30.000 kr.”
§ 3
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2007.
Tórshavn, 28. desember 2006
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Bárður Nielsen (sign.)
Lm. nr. 37/2006