14. desember 2012Nr. 129
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 178 frá 22. desember 2009 um almenna heilsutrygd, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 44 frá 8. mai 2012, verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 24, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Øll, sum hava fylt 18 ár og sum eru fevnd av hesi lóg, gjalda 160,- kr. um mánaðin, umframt 0,55 % av skattskyldugu inntøku sínari til Heilsutrygd.”
2) § 30, stk. 5 verður strikað.
Stk. 6. og stk. 7 verða eftir hetta stk. 5 og stk. 6.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2013.
Tórshavn, 14. desember 2012
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 18/2012