Nr. 129 20. desember 2016
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing
(Nágreining av § 16, stk. 2 í ALS-lógini)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, sum broytt við løgtingslóg nr. 12 frá 9. februar 2001, løgtingslóg nr. 79 frá 25. mai 2009, løgtingslóg nr. 46 frá 17. mai 2011, løgtingslóg nr. 45 frá 8. mai 2012 og løgtingslóg nr. 71 frá 22. mai 2015, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Sum stytt heiti á løgtingslógini verður sett:
“(ALS-lógin)”
2. Í § 10 verður “Toll- og Skattstova Føroya” broytt til: “TAKS”.
3. Í § 16, stk. 2, 2. pkt. verður aftan á “Frádrigin hesi upphædd verða“ sett: “egnar”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 20. desember 2016
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 38/2016