Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
28. desember 2006Nr. 129
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 39 frá 7. mai 1991 um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 49 frá 16. mai 2006, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 2 verða stk. 1 og 2 orðað soleiðis:
“Stk. 1. Fæ grunsins verður fingið til vega við, at allir persónar árliga rinda grunninum ein prosentpart av teirri inntøkuni, sum myndar grundarlagið undir skattaútrokningini, og allir arbeiðsgevarar árliga rinda grunninum ein prosentpart av útgoldnum A-inntøkum. Fyri persónar og arbeiðsgevarar er ásetti prosentparturin í tíðarskeiðnum 1. januar 2007 til 31. desember 2007: 1,5%, og frá 1. januar 2008: 1,75%.
Stk. 2. Persónar, sum eru 67 ár ella eldri, rinda einki í grunnin. Arbeiðsgevarar, sum eru 67 ár ella eldri og hava fólk í vinnu, rinda tó árliga ein prosentpart av útgoldnum A-inntøkum. Arbeiðsgevarar rinda ikki gjald fyri løn hjá útlendingum undir FAS skipanini, ella fyri løn hjá útlendingum umborð á skipum, sum eftir § 2, stk. 1, litra j, 2. pkt. í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, við seinni broytingum, verða javnmett við skip, ið eru skrásett við heimstaði í Føroyum, og sum, um tey vóru føroysk, lúka treytirnar í § 1, stk. 1 í løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá. Ásetti prosentparturin er í tíðarskeiðnum 1. januar 2007 til 31. desember 2007: 1,5%, og frá 1. januar 2008: 1,75%.
2) Í § 5, stk. 1 verður “í seinasta lagi 1. oktober” strikað, og aftaná 1. punkt verður sett:
“Stýrið kann broyta veitingina, um fyritreytirnar fyri ásetingini av veitingini broytast. Ein broyting av veitingini sambært 2. pkt. hevur virknað frá fyrsta í mánaðinum eftir, at stýrið hevur ásett broyttu veitingina.”
§ 2
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2007.
Stk. 2. Broytingin í § 1, nr. 2 fer úr gildi 1. apríl 2007.
Tórshavn, 28. desember 2006
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Bárður Nielsen (sign.)
Lm. nr. 35/2006