Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
16. mars 2015Nr. 13
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 178 frá 22. desember 2009 um almenna heilsutrygd, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 117 frá 25. september 2013, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 3, stk. 4 verður aftan á “kommunulækna” sett: “ella serlækna”.
2. § 4 verður strikað.
3. § 8 verður orðað soleiðis:
“§ 8. Ískoyti kann verða veitt til gjald fyri viðgerð hjá:
1) Tannlækna.
2) Kiropraktori.
3) Tannrøktara.
Stk. 2. Eftir ávísing frá lækna kann ískoyti verða veitt til gjald fyri viðgerð hjá:
1) Fysioterapeuti.
2) Ergoterapeuti.
3) Sálarfrøðingi.
4) Fótterapeuti.
Stk. 3. Eftir ávísing frá kommunulækna kann ókeypis viðgerð verða veitt hjá serlækna.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur og treytir um ískoyti, viðgerðarsløg og ókeypis serlæknaviðgerð sbrt. stk. 1-3.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn 16. mars 2015
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
Løgmaður
Lm. nr. 55/2014