18. februar 1999Nr. 13
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um aling av fiski v.m.
Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 70 frá 9. juni 1988 um aling av fiski v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 61. frá 14. mai 1997, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 2, stk. 5 verður litra b orðað soleiðis:
“b) Eigararnir, sum eiga í minsta lagi 2/3 av felagnum, og sum somuleiðis eiga í minsta lagi 2/3 av atkvøðurættinum í felagnum, skulu lúka treytirnar í stk. 4.”
2) Í § 4 verður sett sum stk. 4:
“Stk. 4. Loyvið kann takast aftur, um ásetingarnar í § 2, stk. 4 og 5, litra b, ikki eru loknar.”
3) § 12, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Brot á § 2, stk. 1, 2, 3 og 5, litra a og c og §§ 6 og 7 verða revsað við bót.”
§ 2
Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 18. februar 1999
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður