Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
14. desember 2012Nr. 130
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lønhæddaravgjald
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 193 frá 10. desember 1993 um lønarhæddaravgjald, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 166 frá 22. desember 2009, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 2, § 7, stk. 7, § 14, stk. 2, 3 og 4, § 15, stk. 1 og 2 verður “Toll- og Skattstovu Føroya” broytt til: “TAKS”.
2) Í § 3, stk. 1, § 6, stk. 2, § 7, stk. 3 og 4, § 8, stk. 2, § 9, 1. pkt., § 10, § 11, stk. 2, § 14, stk. 1 og § 19, stk. 1 verður “Toll- og Skattstova Føroya” broytt til: “TAKS”.
3) § 4, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Avgjaldið er 10 % av avgjaldsgrundarlagnum fyri virki, nevnd í § 1, stk. 1, nr. 2 og 12 % av avgjaldsgrundarlagnum fyri virki, nevnd í § 1, stk. 1, nr. 3.”
4) Í § 9, 2. pkt. og § 11, stk. 1 verður “Toll- og Skattstovan” broytt til: “TAKS”.
5) Í § 18, stk. 3 verður “, fær hefti ella fongsil í upp til 2 ár” broytt til: “ella fær fongsil í upp til 2 ár”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2013.
Tórshavn, 14. desember 2012
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 41/2012