Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
19. desember 2014Nr. 130
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.
(Eftirrokning, mótrokning o.a.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensjónir o.a., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 53 frá 14. mai 2013, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 20, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Afturat inntøkuni sambært stk. 1 skulu leggjast nettoinntøkur, ið verða skattaðar eftir reglunum í kapitalvinningsskattalógini.”
2. Í § 21, stk. 3 verður sum nýtt 1. pkt. sett:
“Pensjón verður umroknað, tá Almannaverkið hevur fingið fráboðan frá pensjónistinum um broytt viðurskifti, ella tá Almannaverkið hevur staðfest broytingar í ásetta inntøkugrundarlagnum.”
3. § 21, stk. 5 verður orðað soleiðis:
“Stk. 5. Fyritreytin fyri at rokna pensjónina eftir væntaðari lægri inntøku er, at broytingin framgongur av fyribilsskránni hjá TAKS. Er talan um væntandi hægri inntøku, kann Almannaverkið rokna pensjón, grundað á fráboðan frá pensjónisti.”
4. § 21 a, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Pensjón verður eftirroknað eftir skattskyldugu inntøkuni o.a. sambært § 20, tá inntøkan viðkomandi álmanakkaár er endaliga uppgjørd av skattamyndugleikunum. Pensjónin verður eftirroknað fyri eitt heilt álmanakkaár. Pensjón, roknað eftir væntaðari inntøku sambært § 20, stk. 4, verður eftirroknað fyri tíðarskeiðið frá tillutanardegnum og árið út, og verður inntøka umroknað til ársinntøku.”
5. Í § 21 a verður aftaná stk. 3 sum nýtt stk. 4 og 5 sett:
“Stk. 4. Er ov lítið útgoldna upphæddin sbrt. stk. 2 25 kr. ella meira, fær pensjónisturin upphæddina útgoldna.
Stk. 5. Er ov nógv útgoldna upphæddin sbrt. stk. 2 100 kr. ella minni, verður pensjónisturin ikki kravdur eftir upphæddini.“
Stk. 4 verður eftir hetta stk. 6.
6. Í § 22 verða stk. 2 og 3 strikað.
7. § 36, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Krøv um ov nógv útgoldna pensjón og krøv um ov nógv útgoldna viðbót eftir løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar kunnu mótroknast í eftirgjøldum av pensjón og pensjónsútgjaldingum og í viðbót eftir løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2015 og hevur virknað frá útgjaldingini av pensjón fyri januar mánað 2015.
Í Tinganesi, 19. desember 2014
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 28/2014