Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
Nr. 130 20. desember 2016
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 94 frá 7. september 2016, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Sum stytt heiti á løgtingslógini verður sett:
“(Ásetingarlógin)”
2. Í § 2, stk. 1 verður aftan á 5. pkt. sum nýtt pkt. sett:
“Barnafrádráttur verður bert veittur, um barnið antin býr í Føroyum ella í sambandi við útbúgving uttanlands hevur varðveitt fulla skattskyldu til Føroyar.”
3. Í § 5 verður stk. 2 orðað soleiðis:
“Stk. 2. Hjá partafeløgum, smápartafeløgum, kommanditfeløgum, sparikassum og lutafeløgum, sum nevnd eru í stk. 1, og sum hava partapening, inngoldnan innskotspening, ábyrgdarpening ella lutapening, sum er 50.000 kr. ella meira, umframt hjá íverksetarafeløgum, sbr. kapittul 19 a í vinnufelagalógini, verður skatturin ásettur til 18% av inntøkunum til landskassa og kommunur.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2017.
Í Tinganesi, 20. desember 2016
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 29/2016