Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
19. desember 2014Nr. 131
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir
(Umsiting av pensjón o.a.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensjónir o.a., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 53 frá 14. mai 2013, verða hesar broytingar gjørdar:
1. Í § 25, stk. 2 verður “forsorgarlógini” broytt til: “lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk”.
2. § 35 verður orðað soleiðis:
“§ 35. Varnast Almannaverkið, at ein pensjónistur eitt nú vegna sálarsjúku, menningartarn, heilaskaða, sinnisbrek ella vegna rúsmisnýtslu ikki megnar at umsita pensjónina, undir hesum um viðkomandi ikki megnar at halda sínar skyldur mótvegis útleigara, kann Almannaverkið:
1) taka avgerð um, hvussu pensjónin skal útgjaldast, ella
2) taka avgerð um, at avvarðandi ella starvsfólk í Almannaverkinum ella á vardum bústaði umsita pensjónina hjá pensjónisti.
Stk. 2. Pensjónin skal umsitast samsvarandi áhuga og vilja borgarans.
Stk. 3. Pensjónistur og Almannaverkið kunnu avtala, at Almannaverkið umsitur pensjónina.
Stk. 4. Pensjónistur skal hoyrast í tann mun, viðkomandi er førur fyri hesum, áðrenn Almannaverkið tekur avgerð sambært stk. 1.
Stk. 5. Almannaverkið skal ansa eftir, at pensjónistur, ið er undir umsiting sambært stk 1, ikki verður fyri misnýtslu ella sviki.
Stk. 6. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um umsiting av pensjón, undir hesum reglur um eftirlit.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 19. desember 2014
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 32/2014