Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
Nr. 131 20. desember 2016
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Búskapargrunn Føroya
(Partur av avlopi landskassans í búskapargrunn)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 82 frá 7. juni 2011 um Búskapargrunn Føroya, sum broytt við løgtingslóg nr. 170 frá 23. desember 2011, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 2 verður orðað soleiðis:
“§ 2. Serinntøkur landsins verða settar til síðis á fíggjarlóg og í roknskapi landsins á serstaka kontu, nevnd Búskapargrunnur Føroya.
Stk. 2. Serinntøkur eru:
1) Inntøkur frá kolvetnisútvinningi
2) ágóði av einskiljing landsins
3) játtan á fíggjarlóg
4) inntøka av íløgurøkt grunsins
Stk. 3. Umframt serinntøkurnar í stk. 2, skal partur av avlopinum hjá landskassanum flytast í Búskapargrunn Føroya:
1) 20 prosent av uppgjørda RLÚ I úrslitinum, tá ið avlopið er millum 0 og 200 mió. kr.
2) 50 prosent av tí parti av RLÚ I úrslitinum, ið er oman fyri 200 mió. kr.”
2. Í § 5, stk. 2 verður 2. pkt. orðað soleiðis:
“Landsbanki Føroya umsitur grunnin.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2017.
Í Tinganesi, 20. desember 2016
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 12/2016