Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
10. juni 1993Nr. 132
Løgtingslóg um fyrisitingarlóg
Kap. 1.
Lógarøki
§ 1. Lógin er galdandi fyri allar partar av almennu fyrisitingini undir heimastýrinum.
Stk. 2. Lógin er eisini galdandi fyri interkommunalar felagsskapir.
Stk. 3. Landsstýrið kann áseta, at lógin heilt ella fyri ein part skal verða galdandi fyri nærri ásett feløg, stovnar, felagsskapir v.m., ið ikki kunnu roknast við til almennu fyrisitingina. Hetta er tó bert galdandi um so er, at útreiðslurnar av teirra virksemi í høvuðsheitunum verða rindaðar av landi ella kommunu, ella í tann mun tey við ella við heimild í lóg hava fingið heimild til at taka avgerð vegna land ella kommunu. Landsstýrið kann áseta nærri reglur um varðveitslu av skjølum v.m. og um tagnarskyldu.
§ 2. Lógin er galdandi fyri viðgerðina av málum, har ein fyrisitingarmyndugleiki hevur ella fer at taka avgerð.
Stk. 2. Ásetingarnar í kapittli 2 um ógegni eru eisini galdandi fyri viðgerðina av málum um gerð av sáttmálum ella líknandi eginrættarligum gerðum.
Stk. 3. Ásetingarnar í kapittli 8 eru galdandi fyri alt virksemi innan almennu fyrisitingina.
Stk. 4. Landsstýrið kann áseta reglur um, at lógarinnar ásetingar annars, heilt ella fyri ein part skulu verða galdandi fyri annað fyrisitingarvirksemi, enn nevnt í stk. 1.
Kap. 2.
Ógegni
§ 3. Persónur, sum virkar innan almennu fyrisitingina, er ógegnigur um so er, at
1) viðkomandi sjálvur hevur ein serstakan persónligan ella fíggjarligan áhuga í úrslitinum av málinum, ella umboðar ella fyrr í sama máli hevur umboðað onkran, ið hevur ein sovorðnan áhuga,
2) hjúnarfelagin hjá viðkomandi, skyld ella svágd í stígandi ella fallandi linju ella síðulinjuni so nær sum børn hjá systkjum, ella onnur nærskyld hava ein serstakan persónligan ella fíggjarligan áhuga í úrslitinum av málinum ella umboðar onkran, ið hevur ein slíkan áhuga,
3) viðkomandi er við í leiðsluni ella á annan hátt hevur nært tilknýti til eitt felag, ein felagsskap ella annan privatan løgfrøðiligan persón, ið hevur ein serstakan áhuga í úrslitinum av málinum,
4) málið viðvíkur kæru um ella innan av eftiransingar- ella eftirlitsvirksemi mótvegis einum øðrum almennum myndugleika, og viðkomandi fyrr hevur verið við í tí avgerðini ella til at fremja ta atgerð, sum málið viðvíkur, ella
5) tað annars eru viðurskifti, sum kunnu hugsast at vekja iva um, at viðkomandi heldur við einum av pørtunum.
Stk. 2. Persónur er tó ikki ógegnigur, um tað má metast, at áhugamál hansara eru soleiðis háttað ella so veik, ella at málið ella virksemi hansara í samband við viðgerðina av málinum, er soleiðis háttað, at eingin vandi má metast at vera fyri, at avgerðin í málinum kann fara at verða ávirkað av óviðkomandi fyriliti.
Stk. 3. Hann, sum er ógegnigur í einum máli, má ikki taka avgerð, vera við til at taka avgerð ella á annan hátt vera við í viðgerðini av málinum.
§ 4. Ásetingarnar í § 3 eru ikki galdandi, um tað verður ógjørligt ella fer at viðføra stórar trupulleikar ella ivingarsemi at lata ein annan koma í hansara stað undir viðgerðini av málinum.
Stk. 2. Fyri limir í einum kollegialum fyrisitingarmyndugleika eru ásetingarnar í § 3 galdandi hóast varamaður ikki kann verða boðaður. Ásetingin er tó ikki galdandi, um so er, at myndugleikin ikki verður viðtøkuførur, ella um tað við atliti til samansetingina av myndugleikanum hevði givið orsøk til stóran iva, um so var, at limurin ikki kundi tikið lut í viðgerðini av málinum, og viðgerðin ikki kann verða útsett uttan stóran skaða fyri almenn ella privat áhugamál.
Stk. 3. Tá ein kollegialur myndugleiki velur limir til starv, kann ein limur hóast ásetingarnar í § 3 taka lut, sjálvt um limurin er skotin upp. Ásetingarnar í § 3 eru ikki galdandi fyri bý- ella bygdarráð, tá avgerð verður tikin um samsýning v.m. til limir.
§ 5. Landsstýrið kann fyri ávís økir gera reglur sum nærri áseta, hvat ásetingarnar í §§ 3 og 4 fevna um.
§ 6. Hann, sum er kunnigur við, at tað fyri hann eru viðurskifti, sum eru nevnd í § 3, stk. 1, skal sum skjótast boða yvirmanni sínum innan myndugleikan frá hesum, um ikki tað er eyðsæð, at hesi viðurskifti eru uttan týdning. Limir í einum kollegialum fyrisitingarmyndugleika skulu fráboða til myndugleikan.
Stk. 2. Spurningurin um ein persónur er ógegnigur verður avgjørdur av tí myndugleika, sum er nevndur í stk. 1.
Stk. 3. Viðkomandi kann ikki sjálvur taka lut í viðgerðini av spurninginum um ógegni, jbr. tó § 4, stk. 1 og 2. Hetta er tó ikki galdandi fyri økir, har annað er ásett sambært lóg.
Kap. 3.
Vegleiðing og umboðan v.m.
§ 7. Ein fyrisitingarmyndugleiki skal í tørvandi mun veita vegleiðing og hjálp til persónar, sum venda sær til myndugleikan við spurningum innan málsøkið hjá myndugleikanum.
Stk. 2. Fær ein myndugleiki eina skrivliga áheitan, sum ikki viðvíkir málsøkinum hjá honum, skal áheitanin um gjørligt sendast rætta myndugleika.
§ 8. Hann, sum er partur í einum máli, kann til eina og hvørja tíð, tá málið verður viðgjørt, lata seg umboða av øðrum ella fáa hjálp frá øðrum. Myndugleikin kann tó krevja, at parturin perónliga er við, tá tað er av týdningi fyri avgerðina í málinum.
Stk. 2. Ásetingin í stk. 1, 1. pkt. er ikki galdandi, um so er, at áhugi partanna í at lata seg umboða ella vera hjálptur má metast at eiga at víkja fyri munandi umhugsni fyri almennum ella privatum áhugamálum, ella har annað er ásett við lóg.
Kap. 4.
Skjalainnlit partanna
Rætturin til skjalainnlit
§ 9. Hann, sum er partur í einum máli, har ein fyrisitingarmyndugleiki hevur ella fer at taka avgerð, kann krevja at verða gjørdur kunnigur við skjølini í málinum. Áheitanin skal tilskila tað mál, hvørs skjøl viðkomandi ynskir at verða gjørdur kunnigur við.
Stk. 2. Ásetingar um tagnarskyldu fyri persónar, ið virka í almennari tænastu ella starvi, avmarkar ikki skylduna at geva skjalainnlit sambært hesum kapittli.
Hvat rætturin til skjalainnlit fevnir um
§ 10. Rætturin hjá einum parti til skjalainnlit fevnir við teimum í §§ 12-15 nevndu undantøkum um
1) øll skjøl, sum viðvíkja málinum, herundir makaskjøl av teimum skrivum, sum eru send frá myndugleikanum, tá skrivini mugu haldast av verða komin fram til móttakaran, og
2) innføringar í journalir, skráir og aðrar skrásetingar viðvíkjandi skjølum í avvarðandi máli.
Stk. 2. Hann, sum søkir ella hevur søkt um starv ella um framflytan í hægri starv í almennari tænastu, kann tó bert krevja at verða gjørdur kunnigur við tey skjøl v.m., ið viðvíkja viðurskiftunum hjá viðkomandi sjálvum.
Útsetan av málinum
§ 11. Biður ein partur undir viðgerðini av málinum um skjalainnlit, og henda áheitan sambært lógini skal verða gingin á møti, verður avgerðin í málinum útsett til parturin hevur fingið høvi til at gera seg kunnigan við skjølini.
Stk. 2. Ásetingin í stk. 1 er tó ikki galdandi um so er, at frest fer at viðføra, at farið verður út um lógásetta freist fyri avgerðini í málinum, ella um áhugi partanna í, at avgerðin í málinum verður frest, eigur at víkja fyri avgerandi atliti til almenn ella privat áhugamál, ið tala ímóti eini tílíkari frest.
Undantøka av skjølum
§ 12. Rætturin til skjalainnlit fevnir ikki um innanhýsis arbeiðsskjøl. Innanhýsis arbeiðsskjøl eru
1) skjøl, sum verða gjørd av einum myndugleika til egna nýtslu í viðgerðini av einum máli,
2) brævaskifti millum ymiskar deildir innan fyri sama myndugleika og
3) brævaskifti millum eitt bý- ella býgdarráð og tess nevndir, deildir og aðrar fyrisitingarligar stovnar ella millum hesar stovnar sínámillum.
Stk. 2. Upplýsingar um veruligar umstøður, sum eru av stórum týdningi fyri avgerðina í málinum, og sum bert standa í innanhýsis arbeiðsskjølum, skulu hóast ásetingina í stk. 1 latast í samsvari við reglurnar í hesum kapittli.
§ 13. Rætturin til skjalainnlit fevnir hóast ásetingarnar í § 12 um innanhýsis arbeiðsskjøl, ið eru til skjals í endaligum líki, tá
1) skjølini bert endurgeva innihaldið av endaligu støðutakan myndugleikans viðvíkjandi avgerðini í einum máli,
2) skjølini bert innihalda eina endurgeving av upplýsingum, sum myndugleikin hevur havt skyldu til at skriva upp sambært løgtingslóg um innlit í fyrisitingina, ella
3) skjølini eru sjálvstøðug skjøl, sum eru gjørd av einum myndugleika fyri at fáa til vega prógvandi ella annan samsvarandi greidleika viðvíkjandi teim veruligu umstøðunum í einum máli.
§ 14. Rætturin til skjalainnlit fevnir ikki um:
1) Gerðabøkur hjá landsstýrinum, frásagnir frá fundum millum landsstýrismenn og skjøl, ið verða gjørd av einum myndugleika til nýtslu á sovorðnum fundum.
2) Skjøl, sum verða send øðrum í samband við, at ein myndugleiki hevur skrivarauppgávuna um hendi fyri ein annan myndugleika.
3) Brævaskifti hjá einum myndugleika við serkøn til nýtslu í rættarmálum, ella tá støða skal takast til møguligt rættarmál.
Stk. 2. Upplýsingar viðvíkjandi veruligu umstøðunum í málinum, sum eru av stórum týdningi fyri avgerðina í málinum, og sum bert eru í teimum í stk. 1 nevndu skjølum, skulu hóast ásetingina í stk. 1 verða givnir í samsvari við ásetingarnar í hesum kapitli.
Undantøka av upplýsingum
§ 15. Rætturin til skjalainnlit kann annars avmarkast í tann mun, áhugin hjá partinum í at kunna nýta kunnleika til skjøl í málinum til at røkja sín tørv má metast at eiga víkja fyri avgerandi umhugsni fyri viðkomandi sjálvum ella øðrum privatum ella almennum áhugamálum, herímillum
1) trygd ella verju ríkisins,
2) uttanríkispolitisk ella uttanríkisfíggjarlig áhugamál, herundir viðurskiftini við aðrar tjóðir ella millumtjóða stovnar,
3) fyribyrging, avdúkan og søkjan at lógarbrotum, revsingarfullgerð og líknandi og verju av ákærdum, vitnum ella øðrum í málum um revsi- ella agasókn,
4) fremjing af almennum eftirliti, skipanar- ella ráðleggingarvirksemi ella ætlaðum tiltøkum sambært skatta- og avgjaldslóggávuni,
5) fíggjarligu áhugamálunum hjá tí almenna, herundir fremjing av vinnuvirksemi tess almenna.
Stk. 2. Um umstøður, sum nevndar í stk. 1 bert gera seg galdandi fyri ein part av einum skjali, skal viðkomandi gerast kunnigur við restina av innihaldinum í skjalinum.
Avgerð í málum um skjalainnlit
§ 16. Avgerðin um og í hvørjum formi ein áheitan um skjalainnlit skal verða gingin á møti, verður tikin av tí myndugleika, sum annars tekur avgerð í viðkomandi máli.
Stk. 2. Myndugleikin ger sum skjótast av, um ein áheitan kann verða gingin á møti. Er áheitanin ikki gingin á møti ella noktað innan 10 dagar aftaná, at myndugleikin hevur móttikið áheitanina, skal hesin geva partinum boð um orsøkina til hetta, og um nær avgerðin væntandi verður til skjals.
Stk. 3. Hevur tað týdning fyri møguleikan hjá einum parti, at røkja síni áhugamál, at hann fær avrit ella makaskjal av skjølunum í málinum, skal ein tílík áheitan verða gingin á møti. Hetta er tó ikki galdandi um so er, at skjølini er soleiðis háttað, talið á skjølum ella teirra formur avgjørt talar ímóti hesum. Landsstýrið kann áseta reglur um gjald fyri avrit og makaskjøl.
Stk. 4. Avgerðir um spurningar um skjalainnlit kunnu kærast til tann myndugleika, sum er kærustovur viðvíkjandi avgerðini av málinum, sum áheitanin um skjalainnlit viðvíkir. Ásetingin í § 11 er galdandi samsvarandi.
Stk. 5. Landsstýrið kann áseta reglur, ið frávíkja reglunum í stk. 1 og stk. 4, 1. pkt.
§ 17. Tá kærufreist er í einum máli, og áheitanin um skjalainnlit kemur aftaná, at ein partur hevur fingið boð um avgerðina, men áðrenn kærufreistin er úti, kann myndugleikin gera av, at kærufreistin skal kvettast. Um so er, rennur kærufreistin víðari frá tí mundi, skjalainnlit er givið ella noktað partinum, tó við í minsta lagi 14 døgum. Boð um, nær kærufreistin hereftir rennur út, skal samtíðis verða givin øðrum, sum hava rætt at kæra, og sum hava fingið skrivlig boð um sjálva avgerðina.
Kap. 5.
Partshoyring
§ 18. Má tað haldast, at ein partur í einum máli ikki er kunnigur við, at myndugleikin hevur ávísar upplýsingar viðvíkjandi teim veruligu umstøðunum, kann avgerð ikki verða tikin, fyrr enn myndugleikin hevur gjørt partin kunnugan við upplýsingarnar og hann hevur fingið høvi til at koma við einum ummæli. Hetta er tó bert galdandi, um upplýsingarnar ikki eru til fyrimuns fyri viðkomandi part, og hava stóran týdning fyri avgerðina í málinum. Myndugleikin kann áseta eina freist fyri, nær ummælið skal verða givið.
Stk. 2. Ásetingin í stk. 1 er ikki galdandi, um so er, at
1) tað, soleiðis sum upplýsingarnar og málið er háttað, ikki kann metast at vera ivingarsamt, at taka avgerð í málinum á verandi grundarlag,
2) frest fer at viðføra, at farið verður út um lógásetta freist fyri avgerð í málinum.
3) áhugi partanna í, at avgerðin í málinum verður útsett, eigur at víkja fyri avgerandi umhugsni fyri pørtunum sjálvum, ella øðrum privatum áhugamálum, ið tala í móti eini tílíkari útsetan.
4) parturin viðvíkjandi av varðandi spurningum ikki hevur rætt til skjalainnlit sambært reglunum í kapittul 4.
5) ætlaða avgerðin fer at nema ein víðari óvissan skara av persónum, fyritøkum v.m., ella um framløga av upplýsingunum fyri partinum fer at geva stórar trupulleikar, ella
6) tað við lóg eru gjørdar serstakar ásetingar, ið tryggja, at parturin fær høvi til at kunna seg um støðið fyri teirri ætlaðu avgerðini og til at geva ummæli í málinum, áðrenn avgerðin verður tikin.
Stk. 3. Landsstýrið kann áseta reglur um, at nærri ásett málsøkir, har ásetingarnar í stk. 2, nr. 1 ella 5 vanliga eru galdandi, ikki skulu verða umfatað av ásetingini í stk. 1.
§ 19. Í málum, har myndugleikin, tá ein partur hevur biðið um tað, kann broyta avgerðina, kann myndugleikin lata verða við at hoyra partin, um málið og umhugsni fyri partinum sjálvum talar fyri tí.
Stk. 2. Er parturin ikki hoyrdur sambært stk. 1, skulu tær upplýsingar fylgja við, sum parturin annars átti at verið gjørdur kunnigur við sambært § 18. Parturin skal samstundis verða kunnaður um høvið til at fáa málið tikið uppaftur. Myndugleikin kann áseta eina freist fyri, nær áheitan um uppafturtøku av málinum skal verða sett fram.
Stk. 3. Tá høvið er til at kæra ta tiknu avgerðina til ein annan fyrisitingarmyndugleika er tíðarbundið, og áheitanin um, at málið verður tikið uppaftur er sett fram, áðrenn kærufreistin er úti, verður kærufreistin brotin av. Um so er, rennur kærufreistin aftur frá tí mundi tann nýggja avgerðin verður fráboðað partinum, tó við í minsta lagi 14 døgum.
Rætturin til at geva ummæli
§ 20. Hann, sum er partur í einum máli, kann meðan málið verður viðgjørt altíð krevja, at avgerðin í málinum verður frestað, til parturin hevur givið ummæli í málinum. Myndugleikin kann áseta eina freist fyri, nær nevnda ummæli skal vera givið.
Stk. 2. Ásetingin í stk. 1 er ikki galdandi um
1) frest fer at føra við sær, at farið verður út um lógásetta freist fyri avgerðini í málinum,
2) áhugi partanna í, at av gerðin í málinum verður frest, eigur at víkja fyri munandi umhugsni fyri almennum ella privatum áhugamálum, ið tala ímóti tílíkari frest, ella
3) tað við lóg eru ásettar serstakar reglur, ið tryggja partinum høvi til at geva ummæli í málinum, áðrenn avgerð verður tikin.
Kap. 6.
Grundgeving v.m.
§ 21. Tá ein avgerð verður fráboðað skrivliga, skal hon hava grundgeving uttan so, at avgerðin til fulnar gongur partinum á møti.
§ 22. Hann, sum munnliga hevur fingið boð um eina avgerð, kann krevja at fáa eina skrivliga grundgeving fyri avgerðini, uttan so, at avgerðin til fulnar gongur viðkomandi parti á møti. Áheitan um hetta skal verða latin myndugleikanum innan 14 dagar eftir, at parturin hevur fingið boð um avgerðina.
Stk. 2. Ein áheitan um skrivliga grundgeving sambært stk. 1, skal verða svarað skjótast gjørligt. Um áheitanin ikki er svarað innan 14 dagar eftir, at myndugleikin hevur fingið áheitanina, skal hesin geva partinum boð um orsøkina til hetta og nær áheitanin væntandi fer at verða svarað.
§ 23. Ein grundgeving fyri eini avgerð, skal hava eina tilvísing til tær rættarreglur, sum avgerðin er grundað á. Í tann mun, avgerðin eftir hesum reglum hvílir á eini fyrisitingarligari meting, skal grundgevingin eisini tilskila tey høvuðsfyrilit, ið hava verið avgerandi fyri útinningina av metingini.
Stk. 2. Grundgevingin skal eisini um neyðugt hava eina stutta frágreiðing viðvíkjandi teimum veruligu umstøðunum, sum hava havt stóran týdning fyri avgerðina.
Stk. 3. Grundgevingin kann verða avmarkað í tann mun áhugi partanna í at kunna nýta kunnleika til hesa til røkjan av sínum tørvi má metast at eiga at víkja fyri avgerandi umhugsni fyri honum sjálvum ella øðrum privatum ella almennum áhugamálum, jbr § 15.
Kap. 7.
Kæruvegleiðing
§ 24. Avgerðir, sum kunnu kærast til annan fyrisitingarmyndugleika skulu, tá tær verða fráboðaðar skrivliga, hava vegleiðing um kærumøguleika, við tilskilan av kærustovni og upplýsing um mannagongd tá kært verður, herundir um eina møguliga tíðarfreist. Hetta er tó ikki galdandi um so er, at avgerðin til fulnar gongur viðkomandi parti á møti.
Stk. 2. Landsstýrið kann áseta reglur um, at latast kann vera við at geva kæruvegleiðing á nærri ásettum málsøkjum, har serstøk viðurskifti gera seg galdandi, ella at kæruvegleiðing kann verða givin á annan hátt enn nevnt í stk. 1.
§ 25. Avgerðir, sum bert kunnu leggjast fyri dómstólarnar innanfyri eina lógásetta freist fyri, nær málið skal vera lagt fyri rættin, skulu hava upplýsing um hetta.
Kap. 8.
Tagnarskylda v.m.
Tagnarskylda.
§ 26. Hann sum virkar innan almennu fyrisitingina hevur tagnarskyldu, jbr. borgarligu revsilógina § 152 og §§ 152c-l52f, tá ein upplýsing við lóg ella aðrari gildari áseting hevur trúnaðarfrámerki, ella tá tað annars er neyðugt at halda hana loyniliga fyri at verja serstøk fyrilit viðvíkjandi almennum ella privatum áhugamálum, herundir serstakliga:
1) trygd ella verju ríkisins,
2) uttanríkispolitisk ella uttanríkisfíggjarlig áhugamál, herundir viðurskiftini við aðrar tjóðir ella millumtjóða stovnar,
3) fyribyrging, avdúkan og søkjan at lógarbrotum og eisini revsingarfullgerð og verja av ákærdum, vitnum ella øðrum í málum um revsirættarsókn ella agasókn,
4) fremjing av almennum eftirliti, skipanar- ella ráðleggingarvirksemi ella av ætlaðum tiltøkum sambært skatta- og avgjaldslóggávuni,
5) fíggjarligu áhugamálunum hjá tí almenna, herundir fremjing av vinnuvirksemi tess almenna,
6) áhugamálið hjá einstaklingum ella privatum feløgum ella felagsskapum í at verja upplýsingar um teirra persónligu ella innanhýsis, herundir fíggjarligu, viðurskifti ella
7) fíggjarligu áhugamálini hjá einstaklingum ella privatum feløgum ella felagsskapum í at verja upplýsingar um tøkniligar útbúningar ella mannagongdir ella um rakstrar- ella vinnuviðurskifti.
Stk. 2. Innan almennu fyrisitingina kann bert áleggjast tagnarskylda viðvíkjandi eini upplýsing, tá tað er neyðugt at halda hana loyniliga, fyri at verja serstøk fyrilit til ávís almenn ella privat áhugamál sum nevnd í stk. 1.
Stk. 3. Ein fyrisitingarmyndugleiki kann avgera, at ein persónur uttan fyri almennu fyrisitingina hevur tagnarskyldu viðvíkjandi trúnaðarupplýsingum, sum myndugleikin letur víðari til viðkomandi uttan at hava skyldu til hetta.
Stk. 4. Verða reglur um tagnarskyldu ásettar sambært § 1, stk. 2, ella verður tagnarskylda áløgd sambært stk. 3, verða § 152 og §§ 152c-152f at nýta samsvarandi fyri brot á tílíkar reglur ella boð.
Latan av upplýsingum til annan fyrisitingarmyndugleika
§ 27. Upplýsingar um heilt privat viðurskifti hjá einstaklingum, herundir upplýsingar um ættarslag, trúgv, og húðalit, um politisk, felagsskaplig, kynslig og revsiverd viðurskifti eins og upplýsingar um heilsuviðurskifti, stórar almannatrupulleikar og misnýtsla av njótingarevnum og líknandi, er ikki loyvt at lata øðrum fyrisitingarmyndugleika.
Stk. 2. Tær í stk. 1 nevndu upplýsingar kunnu tó latast víðari til annan fyrisitingarmyndugleika tá
1) hann, sum upplýsingin viðvíkur, hevur givið samtykki,
2) tað fylgir av lóg ella ásetingum við heimild í lóg, at upplýsingin skal latast víðari,
3) upplýsingin verður latin víðari fyri at røkja privat ella almenn áhugamál, sum greitt fara fram um fyrilitið fyri teimum áhugamálum, ið geva grund fyri dyljan, herundir umhugsni honum, sum upplýsingin viðvíkur, ella
4) tað er ein neyðugur liður í viðgerðini av málinum, at upplýsingin verður latin víðari, ella tað er neyðugt fyri at ein myndugleiki kann fremja eftirlits- ella umsjónaruppgávur.
Stk. 3. Aðrar trúnaðarupplýsingar kunnu umframt tey í stk. 2 nevndu føri bert latast víðari til annan fyrisitingarmyndugleika, tá tað má metast, at upplýsingin er av stórum týdningi fyri virksemið hjá myndugleikanum ella fyri eina avgerð, sum myndugleikin skal taka.
Stk. 4. Samtykki sambært stk. 2, nr. 1, skal vera latið skrivliga og hava upplýsing um, hvat slag av upplýsingum og til hvat endamál, upplýsingar kunnu latast víðari. Vikið kann tó verða frá kravinum um, at upplýsingin skal vera skrivlig, um málið er soleiðis háttað ella umstøðurnar annars tala fyri tí.
Stk. 5. Samtykki sambært stk. 2, nr. 1, fellur burtur í seinasta lagi eitt ár eftir, at tað er givið.
Stk. 6. Staðbundnir fyrisitingarligir stovnar, sum við lóg hava fingið sjálvstøðugan myndugleika, eru at meta sum ein sjálvstøðugur myndugleiki sambært stk. 1 og 3.
§ 28. Í málum, ið verða reist við umsókn, er ikki loyvt at biðja um upplýsingar um heilt privat viðurskifti hjá umsøkjaranum frá øðrum pørtum av fyristitingini ella frá einum øðrum fyristingarmyndugleika.
Stk. 2. Ásetingin í stk. 1 er ikki galdandi, um so er, at:
1) umsøkjarin hevur givið samtykki,
2) annað fylgir av lóg ella reglum ásettar sambært lóg ella
3) serstøk fyrilit viðvíkjandi umsøkjara ella triðjamanni greitt fara fram um áhuga umsøkjarans í, at ikki verður biðið um upplýsingina.
§ 29. Trúnaðarupplýsingar, sum einans eru fingnar fyri at gera hagfrøðiligar úrdráttir ella sum liður í eini vísindaligari kanning, kunnu ikki latast víðari til ein fyrisitingarmyndugleika til aðra nýtslu.
§ 30. Í tann mun ein fyrisitingarmyndugleiki hevur rætt til at lata eina upplýsing víðari, skal myndugleikin eftir áheitan frá einum øðrum fyrisitingarmyndugleika lata upplýsingina víðari, um hon hevur týdning fyri virksemið hjá myndugleikanum ella fyri eina avgerð, sum myndugleikin skal taka.
Stk. 2. Ásetingin í stk. 1 er ikki galdandi, um hetta hevur við sær meirarbeiði fyri myndugleikan, ið er munandi størri enn áhugin hjá hinum myndugleikanum í, at fáa upplýsingarnar.
§ 31. Hann, sum virkar innan almennu umsitingina, hevur ikki loyvi til at útvega sær trúnaðarupplýsingar, ið ikki hava týdning fyri tær uppgávur, ið hann hevur at greiða.
Kap. 9.
Gildiskoma, atlitið til aðra lóggávu v.m.
§ 32. Lógin kemur í gildi tann 1. januar 1994. Samstundis fer úr gildi lóg frá 2. februar 1866 „om erklæringers meddelelse til ansøgere og klagere“.
§ 33. Reglur í øðrum lógum, ella reglur, ásettar sambært lóg, sum í størri mun enn reglurnar í kapitul 2 føra við sær ógegni, vera verandi í gildi.
§ 34. Upplýsingar um veruligar umstøður, sum eru í skjølum, sum ein myndugleiki hevur gjørt, ella sum eru komin myndugleikanum í hendi áðrenn gildiskomu lógarinnar, eru tó umfataðar av ásetingunum í kapitli 4, um so er, at skjølini eru komin til eitt mál, ið er ella hevur verið til viðgerðar hjá einum fyrisitingarmyndugleika aftaná nevndu tíð, og upplýsingarnar eru ella hava havt stóran týdning fyri avgerðina í málinum.
§ 35. Ásetingar í øðrum lógum ella reglum ásettum við heimild í lóg, ið seta størri krøv viðvíkjandi innihaldinum í grundgevingini enn ásett í § 23, vera verandi í gildi.