19. desember 2014Nr. 132
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 48 frá 3. apríl 2001 um barsilsskipan, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 69 frá 15. mai 2014, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 2, stk. 1 verður orðað soleiðis:
”Foreldur, ið eru løntakarar og ættleiða barn, hava rætt til barsilsfarloyvi í upp til 4 vikur áðrenn, tey fáa barnið, og 56 vikur eftir, at tey hava fingið barnið.”
2. Í § 9, stk. 7 og 8 verður ”18” broytt til: ”20”.
3. Í § 21, stk. 1 verður ”Toll- og Skattstovu Føroya” broytt til: ”TAKS” og ”, Almannastovuni” broytt til: ”og Almannaverkinum”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 19. desember 2014
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 56/2014