Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
19. desember 2014Nr. 133
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eftirløn (Eftirlønarlógin)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 49 frá 14. mai 2013 um eftirløn, sum broytt við løgtingslóg nr. 152 frá 20. desember 2013, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 1, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Persónur, sum í sínum setanarviðurskiftum vinnur tænastumannaeftirløn, hevur ikki skyldu til at spara saman til egna eftirløn eftir hesi løgtingslóg við atliti at tí løn, hann forvinnur sambært tænastumannastarvinum.”
2. § 3, nr. 2 verður strikað.
3. Í § 5, stk. 2 verður sum 2. pkt. sett:
“Persónstryggingar, sbrt. § 2, stk. 8, skulu stovnast í tryggingarfelagi við heimstaði í Føroyum.”
4. Í § 9, stk. 1, 1. pkt. verður eftir “stk. 5” sett: “og 9”.
5. Í § 9, stk. 2, nr. 2 verður “í eins stórum lutum” strikað.
6. Í § 9 verður sum stk. 9 sett:
“Stk. 9. Inngjald, sum persónur, fevndur av § 1, stk. 5 ella § 17, stk. 1, hevur goldið, kann rindast út aftur, hóast eftirlønarsamansparari ikki hevur nátt fólkapensjónsaldur.”
7. Í § 17, stk. 5, 3. pkt. verður aftaná “burtursíggingarrættur” sett: “og frádráttarrættur”.
§ 2
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. § 1, nr. 2 kemur tó í gildi 1. januar 2015.
Í Tinganesi, 19. desember 2014
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 34/2014