Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
28. desember 2010Nr. 133
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt
(Skattalógin)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 167 frá 22. desember 2009, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Sum nýggj grein verður eftir § 30a sett:
“§ 30 b. Inntøka frá fiski- og alivinnu verður áløgd ein tilfeingis/loyvisskatt á 2,5% av skattskyldugari inntøku, hægri enn 1.000.000 kr. Tilfeingis/loyvisskatturin tilfellur landskassanum.
Stk. 2. Skattskyldug, sbrt. stk. 1, hava skyldu at fyribilsskráseta seg við inntøku frá fiski- og alivinnu í seinasta lagi 1. oktober í inntøkuárinum.
Stk. 3. Í skattaroknskapinum hjá teimum, sum hava inntøku eftir stk. 1, skal serstøk uppgerð gerast fyri tilfeingis/loyvisskattin, sbr. tó stk. 4. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta nærri reglur hesum viðvíkjandi. Uppgerðin verður latin inn saman við sjálvuppgávuni.
Stk. 4. Hjá teimum, sum hava skattskylduga inntøku eftir stk. 1 á 1.000.000 kr. ella lægri, er ikki neyðugt at gera serstaka uppgerð eftir stk. 3.
Stk. 5. Tilfeingis/loyvisskatturin fellur til gjaldingar í 3 gjøldum, 1. oktober, 1. november og 1. desember í inntøkuárinum við gjaldfreist til 20. í mánaðinum. Verður skatturin eftir stk. 1. og 2. ikki goldin rættstundis, verður renta roknað við 0,7 % fyri hvønn byrjaðan mánað frá gjalddegnum.
Stk. 6. Av avlopsskatti, ið stavar frá inngjaldi eftir hesi grein, verður einki endurgjald latið.
Stk. 7. Ásetingarnar í stk. 1-7 í hesi grein hava virknað fyri inntøkuárið 2011.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 28. desember 2010
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 26/2010