9. desember 2005Nr. 134
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Í løgtingslóg nr. 18 frá 08.03.2005 um barnavernd verða gjørdar hesar broytingar:
§ 1
1) Í § 33, stk. 1 verður “stovnsetur rekur” broytt til: “stovnsetur og rekur”
2) Í § 33, stk. 2 verður “stovnsetur rekur” broytt til: “stovnsetur og rekur”
3) Í § 77 verður sum stk. 4 sett:
“Stk. 4. Hóast ásetingina í stk. 1 kemur § 33, stk. 2 í løgtingslóg nr. 18 frá 08.03.2005 í gildi 1. november 2005. Landið ber útreiðslurnar av § 33, stk. 2 frá 1. november 2005.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. november 2005.
Tórshavn, 9. desember 2005
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Hans Pauli Strøm (sign.)
Lm. nr. 10/2005