11. desember 2013Nr. 134
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt
(Skatting av fríari telefon og telesamskifti)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 47 frá 10. mai 2013, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 21, stk. 1 verður “1. juni“ broytt til: “1. juli”.
2. Í § 29 verður sum nr. 28 sett:
“28) privata nýtsluvirðið av telefon og telesamskifti, sum arbeiðsgevari hevur latið løntakara at ráða yvir í samband við arbeiði.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2014.
Tórshavn, 11. desember 2013
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 45/2013