Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
19. desember 2014Nr. 134
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av rentutryggingum v.m. og løgtingslóg um eftirløn
(Fylgibroytingar til løgtingslóg um endurgjald til kommunur vegna frádráttir og serskattaskipanir)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 51 frá 29. desember 1971 um skatt av rentutryggingum v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 158 frá 20. desember 2013, verður § 10 strikað.
§ 2
Í løgtingslóg nr. 49 frá 14. mai 2013 um eftirløn, sum broytt við løgtingslóg nr. 152 frá 20. desember 2013, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 4, stk. 3 verður “, uttan at avgjald verður rindað til landskassan” strikað.
2. Í § 12, stk. 2 verður sum 4. pkt. sett:
“Skattur sbrt. pkt. 1 verður latin kommununum eftir tali av borgarum 67 ár ella eldri, sum eru skrásettir í landsfólkayvirlitinum 1. desember árið fyri, tó so at talið av borgarum 67 ár ella eldri í Sandoynni verður hækkað við 30%, um heimatænasta, eldrarøkt v.m. í Sandoynni verður rikið í serstøkum samstarvsøki.”
3. Aftaná § 15 verður sett:
“Avrokning og afturhald
§ 15 a. Upphæddir, latnar kommununum sbrt. § 12, stk. 2, 4. pkt., verða avroknaðar umvegis kommunalu avrokningarskipanina ella aðra skipan, ið landsstýrismaðurin tekur avgerð um.
Stk. 2. Um kommuna ella kommunalt samstarv, ið ein kommuna er partur av, áhaldandi ikki lýkur treytir, ásetingar ella leiðreglur í sambandi við roknskaparviðurskifti ella líknandi viðurskifti, kann landsstýrismaðurin taka avgerð um at útseta avrokningar, til viðkomandi viðurskifti eru fingin í rættlag.”
§ 3
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2015.
Í Tinganesi, 19. desember 2014
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 16/2014