Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
8. desember 2023Nr. 135
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lestrarstuðul
(Broyting í javning av stuðulsupphæddum)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 36 frá 3. mai 2007 um lestrarstuðul, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 159 frá 10. desember 2021, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 19 verður orðað soleiðis:
“§ 19. Stuðulsupphæddirnar sbrt. §§ 7-12 verða tann 1. januar á hvørjum ári javnaðar.
Stk. 2. Javningarprosentið fyri komandi árið verður útroknað sum miðaltalið av:
1) prosentvísu broytingini í lønarkarminum hjá Fíggjarmálaráðnum í tólv mánaða skeiðnum, sum endaði 1. oktober í verandi ári, og
2) prosentvísu broytingini í brúkaraprístalinum fyri mai í verandi ári, í mun til mai árið fyri.
Stk. 3. Er roknaða javningarprosentið hægri enn prosentvísa broytingin í lønarkarminum hjá Fíggjarmálaráðnum, verður javningarprosentið sett til prosentvísu broytingina í lønarkarminum.
Stk. 4. Um prosentvísa broytingin í lønarkarminum hjá Fíggjarmálaráðnum er fyri styttri tíðarskeið enn tólv mánaða skeiðið sbrt. stk. 2, nr. 1, verður hetta tíðarskeiðið nýtt.
Stk. 5. Er roknaða javningarprosentið minni enn null, verður javningarprosentið sett til null.
Stk. 6. Javning eftir hesum ásetingum fer fram fyrstu ferð tann 1. januar 2025, og eftir hetta verður javnað tann 1. januar á hvørjum ári. Javnað verður ikki tann 1. august 2024 eftir áður galdandi reglum.
Stk. 7. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um javningarprosentið og javnaðu stuðulsupphæddirnar sbrt. §§ 7-12.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 8. desember 2023
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 28/2023