Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
12. desember 2005Nr. 135
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 39 frá 7. mai 1991 um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 87 frá 20. desember 2004, verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 2, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Stk. 1. Frá 1. januar 2006 verður fæ grunsins fingið til vega, við at allir persónar árliga rinda grunninum 1% av teirri inntøkuni, sum myndar grundarlagið undir skattaútrokningini, og allir arbeiðsgevarar árliga rinda grunninum 1% av útgoldnum A-inntøkum.”
2) § 2, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Persónar, sum eru 67 ár ella eldri, rinda einki í grunnin. Arbeiðsgevarar, sum eru 67 ár ella eldri og hava fólk í vinnu, rinda tó frá 1. januar 2006 grunninum árliga 1% av útgoldnum A-inntøkum. Arbeiðsgevarar rinda ikki gjald fyri løn hjá útlendingum undir FAS skipanini, ella fyri løn hjá útlendingum umborð á skipum, sum eftir § 2, stk. 1, litra j, 2. pkt. í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, við seinni broytingum, verða javnmett við skip, ið eru skrásett við heimstaði í Føroyum, og sum, um tey vóru føroysk, lúka treytirnar í § 1, stk. 1 í løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá.”
§ 2
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Tíðarfreistin í § 5, stk. 1 í løgtingslóg nr. 39 frá 7. mai 1991 um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn, við seinni broytingum, er ikki galdandi fyri ásetingina av árligu veitingini til eftirlønartakarar fyri 2006
Tórshavn, 12. desember 2005
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Hans Pauli Strøm (sign.)
Lm. nr. 37/2005