Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
19. desember 2014Nr. 135
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl.
(Eftirrokning, mótrokning o.a.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 35 frá 16. apríl 1997 um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl., sum broytt við løgtingslóg nr. 28 frá 13. mars 2000, løgtingslóg nr. 58 frá 10. mai 2000, løgtingslóg nr. 10 frá 9. februar 2001, løgtingslóg nr. 104 frá 11. november 2010 og løgtingslóg nr. 65 frá 15. mai 2012, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 1, stk. 1 verður sum nýtt 2. pkt. sett:
“Hjún, har bæði eru pensjónistar, fáa eina viðbót í felag, og verður viðbótin útgoldin við einari helvt til hvønn.”
2. Í § 3 verður 2. pkt. strikað.
3. § 4 verður strikað.
4. Í § 5, stk. 1 verður “Almannastovan” broytt til: “Almannaverkið”.
5. Í § 5, stk. 2 verður “Almannastovuni” broytt til: “Almannaverkinum”.
6. Aftaná § 6 verður sett:
“§ 6 a. Inntøkugrundarlagið verður roknað sambært ásetingunum um inntøkugrundarlag í løgtingslóg um almannapensjónir.
Stk. 2. Umrokning, eftirrokning, afturgjaldskrav og upplýsingarskylda eru sambært ásetingunum í løgtingslóg um almannapensjónir.
Stk. 3. Rætturin til veiting heldur uppat sambært ásetingum í løgtingslóg um almannapensjónir.
Stk. 4. Almannaverkið kann fáa til vega upplýsingar, sum hava týdning fyri viðgerð av málum um viðbót til ávísar pensjónistar sambært ásetingunum í løgtingslóg um almannapensjónir.
Stk. 5. Spurningar um avgerðarrætt yvir viðbót til ávísar pensjónistar verða viðgjørdir sambært ásetingunum í løgtingslóg um almannapensjónir.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2015 og hevur virknað fyri útgjaldið av pensjón fyri januar mánað 2015.
Í Tinganesi, 19. desember 2014
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 29/2014