Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
28. desember 2010Nr. 135
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lestrarstuðul, sum broytt við løgtingslóg nr. 13 frá 4. februar 2011
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 36 frá 3. mai 2007 um lestrarstuðul, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 154 frá 14. desember 2009, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 5, stk. 1, nr. 2, § 6, stk. 4, § 8, stk. 2, § 18, stk. 2, § 22, stk. 2, 3 og 4 og § 24, stk. 1 verður orðið ”Stuðulsstovninum” broytt til ”Studna”.
2) Í § 7, stk. 1, 2. pkt. verður upphæddin "kr. 2.124" broytt til "kr. 1.737".
3) Aftaná § 8 kemur sum nýggj § 8 a:
“§ 8 a. Studningurin sambært § 7, stk. 1, 2. pkt. verður inntøkujavnaður soleiðis: Fyri hvørjar kr. 1.000, sum mánaðarliga miðal útgoldna A-inntøkan í mesta lagi síðstu 12 mánaðirnar fer upp um kr. 10.000, verður mánaðarligi studningurin sambært § 7, stk. 1, 2. pkt. lækkaður við 10%.
Stk. 2. Inntøkujavnað verður ikki í mun til A-inntøku, ið er útgoldin innan lestrarbyrjan og fyrsta heila mánaðin eftir, at útbúgvingin er byrjað.
Stk. 3. Landsstýrismanninum verður heimilað at áseta nærri reglur um inntøkujavningina.
4) Í § 12, stk. 2, 1 pkt., verður aftaná “í” sett “ásettu lestrartíðini sbrt. § 18, stk. 1 og stk. 2.”
5) Í § 12, stk. 4, 1. pkt., verður aftaná “2008” sett “í ásettu lestrartíðini sbrt. § 18, stk. 1 og stk. 2.”
6) Í § 13, stk. 1, 2 og 3, § 18, stk. 4, 5 og 6, § 20, stk. 4, § 22, stk. 1 og § 23, stk. 1 verður orðið ”Stuðulsstovnurin” broytt til ”Studni”.
7) Í § 14 verða stk. 3 og stk. 4 strikað.
8) Í § 14 verður sett sum nýtt stk. 3:
”Stk. 3. Upphæddirnar fyri tey lesandi og børn teirra verða:
|
| Danmark | Europa (- Danmark og Grønland) | Aðrastaðni |
| Lesandi | kr. 2.400 | kr. 4.000 | kr. 5.000 |
| Børn: 0 – 1 ár | kr. 300 | kr. 500 | kr. 700 |
| Børn: 2 – 11 ár | kr. 1.400 | kr. 2.300 | kr. 3.500 |
| Børn: 12 – 16 ár | kr. 2.400 | kr. 4.000 | kr. 5.000 |
9) Í § 14 verður sett sum nýtt stk. 4:
”Stk. 4. Aldurin í stk. 3 er tann aldurin, ið barnið hevur innan 31. juli undan stuðulsárinum.”
10) Í § 15, stk. 1, verður “á hægri útbúgving” strikað.
11) Í § 15, stk. 2 verður aftaná “longri” sett “ella tekur heiltíðarútbúgving til heilsuhjálpara ella heilsurøktara.”
12) § 15, stk. 3 verður orðað soleiðis:
”Stk. 3. Stuðulin verður tann skjalprógvaða upphæddin av ferð millum lond til vanligan ferðaseðlakostnað, tó í mesta lagi upphæddirnar fyri lesandi sbrt. talvuni í § 14, stk. 3.”
13) § 19, stk. 1, 2. pkt. verður orðað soleiðis:
”Tó verða nevndu stuðulsupphæddir ikki javnaðar 1. august 2011.”
14) Í § 20, stk. 1, pkt. 2 verður “1%” broytt til “3%”.
§ 2
Henda lóg fær gildi 1. januar 2011.
Stk. 2. 1) Tó fær § 1, nr. 3 gildi 1. august í 2011.
Tórshavn, 28. desember 2010
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 25/2010
1) Broytt við løgtingslóg nr. 13 frá 4. februar 2011, har § 2 er soljóðandi: “Hendan lóg fær gildi 1. januar 2011.”