Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
8. desember 2023Nr. 136
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar
(Broyting í áseting um lønarendurgjald til lærupláss)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar, sum broytt við løgtingslóg nr. 65 frá 10. mai 2000, løgtingslóg nr. 48 frá 26. mars 2002, løgtingslóg nr. 107 frá 20. desember 2002, løgtingslóg nr. 17 frá 20. apríl 2004, løgtingslóg nr. 15 frá 16. mars 2006, løgtingslóg nr. 52 frá 17. mai 2011 og løgtingslóg nr. 29 frá 30. apríl 2015, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 33, stk. 4, 2. pkt. verður orðað soleiðis:
“Endurgjaldið er 60% av ásettu minstulønini sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfeløg, um miðal arbeiðsloysið seinastu seks mánaðirnar, innan lærusáttmálin verður undirskrivaður, hevur verið 3,5% ella lægri, og 90% um miðal arbeiðsloysið seinastu seks mánaðirnar, innan lærusáttmálin verður undirskrivaður, hevur verið omanfyri 3,5%.”
2. Í § 33 verður aftan á stk. 4 sum nýggj stk. sett:
“Stk. 5. Endurgjaldið verður ásett fyri hvønn einstakan lærusáttmála, tá ið lærusáttmálin verður undirskrivaður og verður síðan støðugt alt sáttmálaskeiðið.”
Stk. 5 og 6 verða eftir hetta stk. 6 og 7.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2024.
Í Tinganesi, 8. desember 2023
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 27/2023