Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
12. desember 2005Nr. 136
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (ásetingarlógin) og í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 66 frá 17. mai 2005, verður gjørd henda broyting:
Í § 8, stk. 1 verður aftaná 2. pkt. sett:
“Skatturin hjá teimum, ið pkt. 2 nevndu persónum, fer 100% í landskassan.”
§ 2
Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 29 frá 8. apríl 2005, verður gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 41, stk. 4, verður sett inn sum nýtt 3. pkt.:
“Persónar við avmarkaðari skattskyldu jb. § 2, stk. 1, litra j og persónar við avmarkaðari skattskyldu undir FASskipanini, eru ikki fevndir av hesi grein.”og pkt. 3 verður hereftir pkt. 4.
2) § 83 a, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Afturberingin sambært § 63 a verður vegna tey, ið eru avmarkað skattskyldug, borin av landskassanum. Afturberingin sambært § 63 a verður vegna tey, ið eru fult skattskyldug, borin av landi og kommunum í sama mun sum býtið av skattinum, og verður drigin frá avrokningini av skattinum til kommunurnar innan avrokning eftir § 83.”
§ 3
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2006.
Tórshavn, 12. desember 2005
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Bárður Nielsen (sign.)
Lm. nr. 24/2005