Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
25. oktober 2022Nr.136
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um familjuískoyti
(Oljuískoyti til húski í 2022)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 160 frá 24. desember 2015 um familjuískoyti, sum broytt við løgtingslóg nr. 167 frá 20. desember 2017, løgtingslóg nr. 187 frá 21. desember 2018, løgtingslóg nr. 65 frá 9. mai 2019, løgtingslóg nr. 18 frá 10. mars 2020 og § 10 í løgtingslóg nr. 159 frá 10. desember 2021, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Aftan á § 1 verður sett:
“§ 1 a. Oljuískoyti kann veitast til húski, ið kann skjalprógva útreiðslur til olju til upphiting av bústaði, har tey sambært fólkayvirlitinum eru skrásett at búgva.
Stk. 2. Treytin í § 1, stk. 1 um, at húskið skal hava heimabúgvandi børn undir 18 ár, er ikki ein treyt fyri at fáa rætt til oljuískoyti.
Stk. 3. Húski sambært hesi grein eru persónar 18 ár ella eldri, ið sambært fólkayvirlitinum eru skrásettir at búgva á bústaðnum.”
2. Aftan á § 2 a verður sett:
“§ 2 b. Oljuískoytið sambært § 1 a er 10.000 kr. í 2022 og kann útgjaldast eina ferð.
Stk. 2. Húski, ið telur ein vaksnan, sum í mesta lagi hevur inntøkugrundarlag uppá 290.000 kr., kann fáa oljuískoyti.
Stk. 3. Húski, ið telur tvey ella fleiri vaksin og 0, 1 ella 2 børn, har inntøkugrundarlagið í mesta lagi er 390.000 kr., kann fáa oljuískoyti.
Stk. 4. Húski, ið telur tvey ella fleiri vaksin við 3 ella fleiri børnum, har inntøkugrundarlagið í mesta lagi er 410.000 kr., kann fáa oljuískoyti.”
3. Aftan á § 4 verður sett:
“§ 4 a. Í sambandi við oljuískoyti skal inntøka hjá øllum vaksnum persónum í húskinum roknast við í inntøkugrundarlagið.
Stk. 2. Inntøkugrundarlagið, sum oljuískoyti er grundað á, er inntøkan nevnd í § 7, stk. 1 og 3.
Stk. 3. Fyri A-inntøku er inntøkutíðarskeiðið, sum oljuískoytið verður grundað á, inntøkan seinastu 12 mánaðirnar. Fyri B-inntøku og vinning sambært kapitalvinningsskattalógini er inntøkutíðarskeiðið, ið oljuískoytið verður grundað á, inntøkan seinasta álíknaða inntøkuár.
Stk. 4. Sum skjalprógv fyri inntøkur sambært stk. 1 verða nýttar eitt nú uppgjørdar sjálvuppgávur og endauppgerðir frá TAKS, kontoavrit frá fyribilsskattaskránni hjá TAKS, váttan frá Studna ella útlendskum stuðulsveitara um lestrarstuðul.”
4. Aftan á § 8 verður sett:
“§ 8 a. Umsókn um oljuískoyti skal latast Almannaverkinum. Serligt umsóknarblað skal nýtast, tá søkt verður um oljuískoyti.
Stk. 2. Umsókn um oljuískoyti skal vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 30. november 2022.
Stk. 3. Almannaverkið kann heinta inn upplýsingar av týdningi fyri viðgerð av málum um oljuískoyti frá skattamyndugleikum, Landsfólkayvirlitinum, kommunalum myndugleikum og øðrum viðkomandi, ið hava kunnleika til viðurskiftini.
Stk. 4. Oljuískoyti verður útgoldið sum ein upphædd til ein persón í húskinum.”
5. Aftan á § 10 verður sett:
“§ 10 a. Hevur persónur av órøttum fingið oljuískoyti, og átti hann at vitað um hetta, eru ásetingarnar í § 10 galdandi.”
6. Aftan á § 11 verður sett:
“§ 11 a. Oljuískoyti kann ikki verða veitt húski, ið telur eitt ella tvey vaksin, um tey eiga ogn, ið er mett til eina upphædd omanfyri 50.000 kr.
Stk. 2. Oljuískoyti kann ikki verða veitt húski, ið telur trý ella fleiri vaksin, um tey eiga ogn, ið er mett til eina upphædd omanfyri 70.000 kr.
Stk. 3. Ogn sambært stk. 1 og 2 er ogn nevnd í § 11, stk. 2 og 3.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 25. oktober 2022
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 18/2022