Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
28. desember 2010Nr. 136
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til uppihaldspening
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 90 frá 6. juni 1997 um stuðul til uppihaldspening, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 78 frá 25. mai 2009, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 2, stk. 1 verður sum 2. og 3. pkt. sett:
“Stuðul sambært § 1, stk. 1, nr. 2 verður tó bert veittur fyri goldnu upphæddina, sum fer upp um vanliga árliga gjaldið fyri eitt barn, sum ásett í lógini um áseting og javning av almannaveitingum. Fevnir umsóknin um gjald fyri fleiri ár, verður stuðulin lækkaður samsvarandi fyri hvørt árið.”
2) § 3, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Stuðul verður bert veittur eftir umsókn, ið skal vera latin inn í seinasta lagi 1. juli fyri uppihaldspening, sum er goldin undanfarna álmanakkaár.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. jan. 2011.
§ 3
Umsókn um stuðul til uppihaldspening, sum er goldin framman undan gildiskomuni sambært § 2, skal vera latin inn í seinasta lagi 1. juli 2011.
Tórshavn, 28. desember 2010
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 37/2010