Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Samferðslumálaráðið
  • Útgávudagur: 08-10-2018
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2018 A - Løgtingslóg 137 frá 8. oktober 2018
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

8. oktober 2018Nr. 137

Løgtingslóg um at byggja eykabát til Strandfaraskip Landsins

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at gera avtalur um bygging av eykabáti til Strandfaraskip Landsins.

Stk. 2. Byggiútreiðslurnar fyri eykabátin kunnu í mesta lagi verða 34 mió. kr.

§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og fer úr gildi 31. desember 2021.

 

 

Í Tinganesi, 8. oktober 2018

 

Aksel V. Johannesen (sign.)

løgmaður

Lm. nr. 36/2018