Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
8. desember 2023Nr. 137
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum
(Framskundað stigvíst virðisgjald fyri ravmagnsbilar og vetnisbilar)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 33 frá 19. mai 2008 um avgjøld við skráseting av motorakførum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 26 frá 27. februar 2023, verður § 3, stk. 3 orðað soleiðis:
“Stk. 3. Persónbilar, sum bara nýta ravmagn ella vetni til framdrift, og sum verða skrásettir í:
1) 2024, frá og við 1. apríl, skulu rinda 0% í virðisgjaldi av avgjaldsskylduga virðinum til og við kr. 200.000 og 45% í virðisgjaldi av avgjaldsskylduga virðinum omanfyri kr. 200.000,
2) 2025 skulu rinda 7,5% í virðisgjaldi av avgjaldsskylduga virðinum lægri enn kr. 100.000, 11,25% í virðisgjaldi av virðinum millum kr. 100.000 og kr. 200.000 og 45% í virðisgjaldi av virðinum omanfyri kr. 200.000,
3) 2026 skulu rinda 15% í virðisgjaldi av avgjaldsskylduga virðinum lægri enn kr. 100.000, 22,5% í virðisgjaldi av virðinum millum kr. 100.000 og kr. 200.000 og 45% í virðisgjaldi av virðinum omanfyri kr. 200.000,
4) 2027 skulu rinda 22,5% í virðisgjaldi av avgjaldsskylduga virðinum lægri enn kr. 100.000, 33,75% í virðisgjaldi av virðinum millum kr. 100.000 og kr. 200.000 og 45% í virðisgjaldi av virðinum omanfyri kr. 200.000, og
5) 2028 og fylgjandi ár 30% av avgjaldsskylduga virðinum lægri enn kr. 100.000 og 45% í virðisgjald av virðinum kr. 100.000 ella hægri.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 8. desember 2023
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 18/2023