Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
16. desember 2015Nr. 137
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan
(Leingjan av barsilsfarloyvi við barsilspeningi o.a.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 48 frá 3. apríl 2001 um barsilsskipan, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 42 frá 6. mai 2015, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 1, stk. 2 og 3 verður ”38” broytt til: ”44”.
2. Í § 1, stk. 6 verður ”og 6” strikað.
3. Í § 2, stk. 3 verður ”42” broytt til: ”48”.
4. Í § 9, stk. 1 verður ”34” broytt til: ”40” og ”38” verður broytt til: ”44”.
5. Í § 9, stk. 2 verður ”20” broytt til: ”26” og ”7 og 8” broytt til: ”6 og 7”.
6. Í § 9, stk. 3 og 4 verður ”38” broytt til: ”44”.
7. § 9, stk. 6 verður strikað.
Stk. 7-9 verða eftir hetta stk. 6-8.
8. Í § 9, stk. 7 og 8, sum verða stk. 6 og 7, verður ”20” broytt til: ”26”.
9. Í § 10, stk. 1 verður ”42” broytt til: ”48”.
10. Í § 10, stk. 3 verður ”38-42” broytt til: ”44-48”.
11. Í § 19, stk. 1 og 4 verður ”0,62%” broytt til: ”0,71%”.
§ 2
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2016.
Stk. 2. Henda løgtingslóg er galdandi fyri foreldur at børnum, fødd ella ættleidd sama dag, sum henda lóg kemur í gildi, ella seinni, og fyri foreldur, sum eru í skipanini, og sum fáa útgjald eftir § 9. Løgtingslógin er somuleiðis galdandi fyri tey foreldur, hvørs útgjaldstíðarskeið eftir § 9 er endað, men har seinasta útgjaldið frá Barsilsskipanini ikki er útgoldið.
Í Tinganesi, 16. desember 2015
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 14/2015