Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
18. desember 2013Nr. 137
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 107 frá 22. desember 1999 um áseting og javning av almannaveitingum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 120 frá 7. desember 2012, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 2 verður ”2013” broytt til: “2014” og “1,7%” broytt til: “0,85%”.
2. § 3 verður orðað soleiðis:
”§ 3. Pensjónsupphæddirnar, upphæddirnar fyri vanligt og serligt barnagjald, upphæddirnar til uppihaldshjálp, umframt frádráttarupphæddirnar o.a. í teimum í § 2 nevndu lógum eru:
1) Løgtingslóg um almannapensjónir o.a.:
|
| Byrjunarár | Kr. árliga |
| Grundupphædd til fólkapensjón – støk | 2014 | 50.028,00 |
| Grundupphædd til fólkapensjón – gift hvør | 2014 | 39.756,00 |
| Grundupphædd til fyritíðarpensjón – støk | 2014 | 72.360,00 |
| Grundupphædd til fyritíðarpensjón – gift hvør | 2014 | 57.492,00 |
| Viðbót til fólkapensjón – støk | 2014 | 39.252,00 |
| Viðbót til fólkapensjón – gift hvør | 2014 | 30.372,00 |
| Viðbót til hægstu fyritíðarpensjón – støk | 2014 | 71.928,00 |
| Viðbót til hægstu fyritíðarpensjón - gift hvør | 2014 | 64.944,00 |
| Viðbót til miðal fyritíðarpensjón – støk | 2014 | 23.340,00 |
| Viðbót til miðal fyritíðarpensjón – gift hvør | 2014 | 20.280,00 |
| Viðbót til lægstu fyritíðarpensjón – støk | 2014 | 22.032,00 |
| Viðbót til lægstu fyritíðarpensjón – gift hvør | 2014 | 17.688,00 |
| Eyka viðbót til lægstu fyritíðarpensjónistar | 2014 | 34.080,00 |
| Hjálparviðbót | 2014 | 36.096,00 |
| Røktarviðbót | 2014 | 72.060,00 |
| Avlamisviðbót/avlamisveiting | 2014 | 33.768,00 |
| Frádráttarfrí inntøkuupphædd fyri fólkapensjónistar | 2014 | 61.900,00 |
| Frádráttarfrí inntøkuupphædd fyri fyritíðarpensjónistar | 2014 | 92.900,00 |
2) Løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl.:
|
| Byrjunarár | Kr. árliga |
| Upphædd | 2014 | 7.608,00 |
3) Løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl.:
|
| Byrjunarár | Kr. |
| Barnagjald sbrt.. § 5 | 2014 | 12.996,00 (árliga) |
| Gjald í sambandi við føðing eftir § 6, stk. 1 | 2014 | 750,91 (eingangsupphædd) |
| Gjald til uppihald tveir mánaðir áðrenn og ein mánað aftaná føðing eftir § 6, stk. 1 | 2014 | 1.284,89 (mánaðarliga) |
| Barnagjald sbrt. § 15, stk. 1 og 2 | 2014 | 12.996,00 (árliga) |
| Økt barnagjald sbrt. § 15, stk. 3 | 2014 | 25.992,00 (árliga) |
| Barnaískoyti sbrt. § 19a | 2014 | 1.647,00 (um ársfj.) “ |
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað fyri útgjalding av veitingum frá og við januar mánaði 2014.
Tórshavn, 18. desember 2013
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 21/2013