Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
22. september 2020Nr. 137
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til allar føroyskar kommunur og í løgtingslóg um val til Løgtingið
(Valrætt til persónar, sum hava fingið rættarliga myndugleikan frátiknan, hjálp til atkvøðugreiðslu o.a.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 44 frá 19. juni 1972 um val til allar føroyskar kommunur, sum broytt við løgtingslóg nr. 36 frá 26. apríl 1974, løgtingslóg nr. 98 frá 18. oktober 1984, løgtingslóg nr. 105 frá 9. november 1984, løgtingslóg nr. 110 frá 6. oktober 2000, løgtingslóg nr. 66 frá 11. oktober 2004, løgtingslóg nr. 67 frá 11. oktober 2004 og løgtingslóg nr. 97 frá 15. november 2006, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 1 verður aftan á stk. 2 sum nýtt stk. sett:
“Stk. 3. Hóast stk. 1, litra a, hevur persónur, sum er undir verjumáli og hevur fingið rættarliga myndugleikan frátiknan eftir Værgemålsloven § 6, sum sett í gildi fyri Føroyar við kongligari fyriskipan, valrætt og valbæri til kommunuval.”
Stk. 3-4 verða eftir hetta stk. 4-5.
2. Í § 4, stk. 5 verður “bygdarráðið/býráðið á fundi í seinasta lagi dagin fyri valið rætta hetta” broytt til: “hetta rættast til og við valdagin”.
3. § 15 verður orðað soleiðis:
“§ 15. Um veljari møtir til val og sigur seg ikki føran fyri einsamallan at greiða atkvøðu á ásettan hátt, kann hann fáa hjálp til hetta frá tveimum limum í valnevndini, valstýrinum ella hjálparfólkum.
Stk. 2. Um veljari ikki er førur fyri at koma sær inn í valhølið, kann hann krevja, at atkvøðugreiðslan fer fram beint uttan fyri valhølið, og skulu í hesum føri tveir persónar, sum eru limir í valnevndini, valstýrinum ella hjálparfólk vera hjástaddir, og um neyðugt veita honum hjálp við atkvøðugreiðsluni.
Stk. 3. Veljarin kann krevja, at annar av persónunum, sum veitir hjálp við atkvøðugreiðsluni, sbrt. stk. 1 ella 2, verður skiftur út við ein persón, sum veljarin sjálvur vísir á.
Stk. 4. Limir í valnevndini, valstýrinum, hjálparfólk og persónar, sum veljarin sjálvur vísir á, hava tagnarskyldu, tá ið teir veita hjálp sbrt. stk. 1-3.”
4. Í § 16, stk. 6 verður “, hefti” strikað.
§ 2
Í løgtingslóg nr. 49 frá 20. juli 1978 um val til Løgtingið, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 61 frá 26. mai 2010, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 26 verður orðað soleiðis:
“§ 26. Um veljari møtir til val og sigur seg ikki føran fyri einsamallan at greiða atkvøðu sum ásett, kann hann fáa hjálp til hetta frá tveimum limum í valnevndini, valstýrinum ella hjálparfólkum.
Stk. 2. Um veljari ikki er førur fyri at koma sær inn í valhølið, kann hann krevja, at atkvøðugreiðslan fer fram beint uttan fyri valhølið, og skulu í hesum føri tveir persónar, sum eru limir í valnevndini, valstýrinum ella hjálparfólk vera hjástaddir, og um neyðugt veita honum hjálp við atkvøðugreiðsluni.
Stk. 3. Veljarin kann krevja, at annar av persónunum, sum veitir hjálp við atkvøðugreiðsluni, sbrt. stk. 1 ella 2, verður skiftur út við ein persón, sum veljarin sjálvur vísir á.
Stk. 4. Limir í valnevndini, valstýrinum, hjálparfólk og persónar, sum veljarin sjálvur vísir á, hava tagnarskyldu, tá ið teir veita hjálp sbrt. stk. 1-3.”
2. Í § 39 verður sum stk. 4 sett:
“Stk. 4. Um veljarin sigur seg ikki føran fyri at fylla út atkvøðuseðilin ella fylla út og undirskriva fylgibrævið sum ásett, kann hann fáa hjálp til hetta frá persóni, sum skal taka ímóti tilfarinum. Veljarin kann krevja, at ein persónur, sum veljarin sjálvur vísir á, eisini er til staðar í teimum førum, veljarin hevur tørv á hjálp.”
3. Í §§ 45 og 48 verður “bót” broytt til: “sekt”.
4. Í § 47, stk. 2 verður “bót ella hefti” broytt til: “sekt”.
§ 3
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 22. september 2020
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 1/2020