Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
28. desember 2010Nr. 137
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 19 frá 12. mars 2002 um avgjald á framleiðslu og innflutningi, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 49 frá 2. juni 2008, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í fylgiskjali 1 í Kap. 27 verða sum nýggj vørunummur sett:
2710.19.62, 0,50 kr. pr. ltr., Autodiesel av tungari gassolju
2710.19.70, 0,10 kr. pr. ltr., Brennioljur
2) Í fylgiskjali 1 í Kap. 27 verða avgjøldini á vørunumrunum:
2710.11.22 á Motorbensin, við blý innihaldi ikki yvir 0,013 g pr. ltr. broytt frá “2,30 kr. pr. ltr.” til “2,40 kr. pr. ltr.”,
2710.11.23 á Motorbensin, við blý innihaldi yvir 0,013 g pr. ltr. broytt frá “3,50 kr. pr. ltr.” til “3,60 kr. pr. ltr.”,
2710.11.30 á Olja broytt frá “0,70 kr. pr. ltr.” til “0,80 kr. pr. ltr.”,
2710.19.55 á Petroleum broytt frá “0,50 kr. pr. ltr.” til “0,60 kr. pr. ltr.” og
2710.19.59 á Miðaltung olja broytt frá “0,50 kr. pr. ltr.” til “0,60 kr. pr. ltr.”,
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2011.
Tórshavn, 28. desember 2010
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 28/2010