Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
6. oktober 2011Nr. 138
Løgtingslóg um lutaíbúðafeløg, sum broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 9. mars 2023
Kapittul 1
Nýtsluøki lógarinnar o.a.
Virkisøki o.a.
§ 1. Eitt lutaíbúðafelag eftir hesi lóg er eitt felag, sum hevur sum endamál at útvega, byggja, eiga og reka eigindóm í lutafelag soleiðis, at felagsins limir sum luthavarar hava lut í ognum felagsins, og hin einstaki luthavarin í tí sambandinum hevur brúksrætt til eina íbúð í eigindóminum.
§ 2. Í lutaíbúðafelag hefta luthavararnir ikki persónliga fyri skyldum felagsins, men hefta bert við innskotinum.
Stk. 2. Í viðtøkum felagsins kann hóast stk. 1 verða ásett, at fyri láni, sum verður tikið í sambandi við stovnanina ella eftir stovnanina sbrt. lógliga samtykt á aðalfundi, og sum er tryggjað við veðbrævi ella handveð í eigaraveðbrævi, hefta limirnir persónliga og pro rata eftir teirra luti í ognunum, um lánveitari hevur tikið fyrivarni um hetta.
Stk. 3. Persónliga heftingin kann einans gerast galdandi av lutaíbúðafelagnum, umframt í tí førinum at felagið verður avtikið av búnum.
§ 3. Lógin verður nýtt fyri lutaíbúðir til bústaðarendamál.
Stk. 2. Lutaíbúðir kunnu bert verða gjørdar í eigindómum við í minsta lagi 3 bústaðaríbúðum.
§ 4. Tað kunnu ikki verða stovnað partafeløg ella smápartafeløg, har tað til ognarlutin í felagnum er atknýttur ein brúksrættur í eini íbúð í eigindómi, sum felagið eigur.
Kapittul 2
Stovnan
Stovnarar
§ 5. Eitt lutaíbúðafelag kann verða stovnað av einum ella fleiri stovnarum.
Stk. 2. 1) Áheitan um endurskipan má ikki vera latin inn av ella ímóti einum stovnara, og ein stovnari má ikki vera undir trotabúsviðgerð.
Stk. 3. Um stovnarin er ein fysiskur persónur, skal persónurin vera myndugur og má ikki vera undir verjumáli eftir § 5 í verjumálslógini ella undir samverjumáli eftir § 7 í verjumálslógini.
Stk. 4. Um stovnarin er ein løgfrøðiligur persónur, skal hesin vera heimilaður at fáa rættindi, átaka sær skyldur og at vera partur í rættarmálum.
Viðtøkur
§ 6. Lutaíbúðafelagið setur sjálvt í viðtøkum fyri felagið nærri reglur um skyldur og rættindi hjá luthavarunum, um leiðslu felagsins, roknskaparførslu, grannskoðan o.a.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ger standardviðtøkur, sum feløgini kunnu brúka.
Skráseting
§ 7. Lutaíbúðafeløg kunnu verða skrásett eftir reglunum í kongligari fyriskipan nr. 1111 frá 20. september 2007 om ikrafttræden for Færøerne af lov om visse erhvervsdrivende virksomheder.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð nærri reglur um skrásetingina, herundir reglur um gjald fyri skráseting.
Stk. 3. Velur lutaíbúðafelagið at verða skrásett, skulu, umframt viðtøkurnar fyri felagið, við fráboðanini fylgja tær upplýsingar, sum nevndar eru í § 11 í kongligari fyriskipan frá 20. september 2007 om ikrafttræden for Færøerne af lov om visse erhvervsdrivende virksomheder.
Kapittul 3
Limaskapviðurskifti o.a
Lutur
§ 8. Luthavararnir í lutaíbúðafelagnum hava lut í ognum felagsins soleiðis, sum hetta er ásett í viðtøkum felagsins.
Íbúðaavgjald
§ 9. Til rindan av felagsútreiðslum, heruppi í rindan av veðskuld, viðlíkahaldi og umsiting, rinda luthavararnir í lútaíbúðafelagnum eitt íbúðaavgjald. Aðalfundurin ásetur støddina á íbúðaavgjaldinum bindandi fyri allar limirnar.
Stk. 2. Innanhýsis lutfallið millum støddina á íbúðaavgjaldinum fyri einstøku íbúðirnar verður ásett í sama lutfalli, sum luthavararnir hava lut í ognunum hjá lutaíbúðafelagnum.
Eigaraskrá
§ 10. Lutaíbúðafelagið skal føra eina eigaraskrá yvir luthavararnar, sum greitt skal tilskila, hvørja íbúð í nummarraðfylgju hvør luthavari hevur brúksrætt til. Í eigaraskránna verða eisini førdar fráboðanir eftir § 13.
Uppsøgn av limaskapinum
§ 11. Luthavari í lutaíbúðafelagi kann ikki siga limaskapin upp, og hevur bert rætt at fáa innskotið aftur, um felagið verður tikið av eftir § 19.
Avhendan, veðseting og úttøka
§ 12. Luturin kann avhendast, heruppi í veðsetast, og tað kann verða framd úttøka í lutinum. Í viðtøkunum kunnu verða gjørdar avmarkingar viðvíkjandi prísinum í sambandi við sølu av lutinum.
Fráboðanir um avhendan til ognar ella veð
§ 13. Avhendar luthavari sín lut til ognar ella veð, hevur avhendanin ikki gildi mótvegis kreditorunum hjá luthavaranum uttan so, at felagið frá luthavaranum ella frá tí, sum luturin er avhendaður til, hevur fingið fráboðan um avhendanina.
Stk. 2. Hevur luthavari avhendað sama lut til fleiri, gongur ein seinni keypari ella veðhavari framum, um felagið fyrst fær fráboðan um avhendanina til hendan, og seinni keyparin ella veðhavarin var í góðari trúgv, tá fráboðanin kom fram til felagið.
Lutaprógv
§ 14. Fyri lutin verður útgivið lutaprógv. Verður lutaprógvið burtur, kann nevndin geva út nýtt, sum skal tilskila, at tað kemur í staðin fyri tað, sum er burturblivið.
Avmarmarkingar viðvíkjandi eigaraskapi
§ 15. Einans fysiskir persónar kunnu eiga ein lut í vanligum lutaíbúðafeløgum.
Stk. 2. Eingin kann eiga meira enn ein lut í einum lutaíbúðafelag.
Stk. 3. Luthavari hevur bústaðarskyldu í íbúðini, ið hoyrir til lutin.
Stk. 4. Eru serligar grundir, hevur luthavari rætt at framleiga íbúðina í avmarkað tíðarskeið.
Stk. 5. Fleiri persónar kunnu eiga ein lut í samogn.
Stk. 6. Bert ein íbúð kann vera atknýtt hvørjum luti.
Stk. 7. Stk. 1-4 eru ikki galdandi fyri seljara av lutaíbúðum til lutaíbúðafelag undir stovnan, tá seljari ikki fær selt allar íbúðirnar í eigindóminum.
Stk. 8. Hóast stk. 1- 4 kann kravánari, sum yvirtekur lut ella lutir á tvingsilssølu, eiga lut ella lutir í íbúðafelagnum í upp til 2 ár.
Kapittul 4
Aðalfundur
Aðalfundur
§ 16. Rættur luthavaranna at taka avgerðir í lutaíbúðafelagnum verður útintur á aðalfundinum.
Stk. 2. Hvør lutur hevur eina atkvøðu á aðalfundinum.
Stk. 3. Avgerðir á aðalfundinum verða tiknar við einføldum meiriluta, sbr. tó stk. 4 og 5.
Stk. 4. Avgerð um viðtøkubroyting er bert galdandi, um í minsta lagi 2/3 av bæði greiddum atkvøðunum og av tí partinum av luthavarunum, sum er umboðaður á aðalfundinum, hava tikið undir við henni.
Stk. 5. Avgerð um viðtøkubroyting, sum hevur við sær, at skyldur luthavaranna mótvegis lutaíbúðafelagnum økjast, er bert galdandi, um allir luthavararnir, hvørs skyldur økjast, eru samdir um tað.
Ógildugar aðalfundaravgerðir
§ 17. Á aðalfundinum má ikki takast avgerð, sum eyðsýnt kann geva ávísum luthavarum ella øðrum óhóskandi fyrimun, sum aðrir luthavarar ella lutafelagið svíða fyri.
Kapittul 5
Avtøka
§ 18. Aðalfundurin velur ein ella fleiri avtøkustjórar at avtaka lutaíbúðafelagið.
Stk. 2. Eftir at aktiv felagsins eru realiserað, og skuldin rindað, verður ognin, sum er eftir, býtt millum luthavararnar í mun til støddina á teirra luti.
Kapittul 6
Upplýsingarskylda o. a.
§ 19. Í sambandi við sølu av luti í lutaíbúðafelagi undir stovnan skal seljari ella umboðsmaður hansara lata keypara fullfíggjaðar upplýsingar um fíggjarviðurskifti, heftilsisviðurskifti og annars um øll týðandi viðurskifti, sum kunnu hava týdning fyri keyparans avgerð um at keypa ein lut í viðkomandi lutáíbúðafelagi undir stovnan. Seljari ella umboðsmaður hansara hevur harumframt skyldu til í neyðugan mun at innheinta og eftirkanna upplýsingar eftir pkt. 1. Upplýsingarnar skulu vera latnar, áðrenn keypari letur bindandi boð.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um upplýsingar og kanningarskylduna eftir stk. 1.
Iðranarrættur
§ 20. Keypari hevur rætt til innan fyri eina freist upp á 6 yrkadagar, sum verður roknað frá tí løtu, bindandi keypsboð er givið, at siga seg leysan av eini avtalu ella bindandi boði um keyp av luti í lutaíbúðafelag undir stovnan (iðranarrættur).
Stk. 2. Iðranarrætturin er treytaður av,
1) at keypari hevur latið seljara ella umboðsmanni hansara skrivliga fráboðan um, at keypari ynskir at nýta iðranarrættin, og
2) at fráboðanin er komin fram, áðrenn iðranarfreistin er farin.
Stk. 3. Keyparin skal í serligum skjali hava upplýsingar um iðranarrættin og um nær, iðranarfreistin byrjar og endar. Keypari skal harumframt hava upplýsing um, hvørja adressu fráboðan um iðran skal sendast. Upplýsingarnar skulu latast í seinasta lagi samstundis, sum hinar upplýsingarnar eftir stk. 1.
Kapittul 7
Revsing o. a.
Revsing
§ 21. Tann, sum vinnuliga selur lutir í lutaíbúðafeløgum undir stovnan og ikki letur upplýsingar um iðranarrætt, verður revsaður við bót.
Stk. 2. Tað kann verða álagt løgfrøðiligum persónum revsiábyrgd eftir revsilógarinnar kapittli 5.
Stk. 3. Í fyriskipanum frá landsstýrismanninum eftir § 5, stk. 2 kann verða ásett, at brot á ásetingarnar í fyriskipanunum verður revsað við bót.
Ígildiskoma
§ 22. Hendan løgtingslógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngørd.
Tórshavn, 6. oktober 2011
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 78/2011
1) Broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 9. mars 2023, har § 24 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. september 2023.”