Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
18. desember 2013Nr. 139
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd
(Reglur um Barnahús v.m.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 18 frá 8. mars 2005 um barnavernd, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 104 frá 24. oktober 2012, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Aftaná § 10 verður sett:
”§ 10 a. Barnahúsið virkar sum karmur um tvørfakligt samstarv, tá børn undir 18 ár hava verið fyri kynsligum ágangi ella øðrum harðskapi, ella tá illgruni er um, at hesi eru ella hava verið fyri kynsligum ágangi ella øðrum harðskapi.
Stk. 2. Løgregla, ákæruvald, sosialir myndugleikar, heilsumyndugleikar, løggild heilsustarvsfólk og starvsfólk í Barnahúsinum kunnu í sambandi við málsviðgerð sbrt. stk. 1 lata upplýsingar um heilt privat viðurskifti hjá barninum og familjuni ímillum sín, tá umhugsni fyri viðurskiftum barnsins fer fram um fyrilitið fyri teimum áhugamálum, ið geva grund fyri dyljan.”
2. Í § 14, stk. 5 verður sum 2. og 3. pkt. sett:
“Um ikki serlig viðurskifti tala ímóti hesum, skal barnaverndartænastan boða fráboðara sbrt. stk. 1 frá, hvørt fráboðanin hevur ført til, at málið verður kannað, ella at fyriskipanir eru settar í verk sambært hesi lóg. Afturboðanin fevnir bert um tann, ið fráboðað er um.”
3. Í § 14, verður sum stk. 6 sett:
“Stk. 6. Um ikki serlig viðurskifti tala ímóti hesum, kann barnaverndartænastan, tá tað hevur avgerandi týdning fyri, hvørja hjálp og stuðul fráboðari sbrt. stk. 1 kann veita barninum, kunna um, hvørjar fyriskipanir eru settar í verk.”
4. § 18, stk. 1 verður orðað soleiðis:
”Í teimum førum, har orsøk er at halda, at eitt barn hevur eina lívshóttandi ella álvarsama sjúku ella skaða, er fyri kynsligum ágangi ella øðrum harðskapi, og um tann ella tey, ið hava foreldramyndugleikan, og barnið, ið hevur fylt 15 ár, ikki geva samtykki til, at barnið kemur til kanningar ella viðgerð, kann barnaverndarnevndin uttan rættarúrskurð avgera, at barnið skal til hóskandi viðgerð ella kanning, undir hesum viðgerð og kanning, ið Barnahúsið fyriskipar.”
5. § 45, stk. 8 verður orðað soleiðis:
“Stk. 8. Barnaverndarumsitingin skal tosa við barnið í tann mun, barnsins búning og umstøðurnar í málinum ikki tala ímóti hesum. Kann barnaverndarumsitingin ikki tosa við barnið, eigur barnaverndarumsitingin á annan hátt at fáa lýst sjónarmið barnsins. Í tann mun, atlitið til barnið talar fyri hesum, kann barnaverndarumsitingin tosa við barnið uttan samtykki frá tí ella teimum, ið hava foreldramyndugleikan, og uttan at hesi eru hjástødd. Barnið eigur í hesum førum at hava hjásitara.”
6. Aftaná § 45 verður sett:
”§ 45 a. Tá barnaverndartænastan fær fráboðanir sbrt. § 14 um barn, ið er undir fyriskipan sambært hesi lóg, skal barnaverndarumsitingin meta um málið av nýggjum. Í sambandi við eftirmetingina av málinum skulu onnur, ið gera uppgávur fyri barnaverndartænastuna, men sum ikki hava verið partur av málsviðgerðini áður, í størst møguligan mun, vera við til at endurskoða málið.”
7. Í § 49, stk. 1 verður eftir ”kanningar” sett: ”, tó skal barnaverndartænastan beinanvegin og innan 24 tímar eftir eina fráboðan meta um, hvørt vandi er fyri barnsins heilsu og menning, og um bráðfeingis fyriskipan tí skal setast í verk”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2014.
Tórshavn, 18. desember 2013
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 37/2013